U19 HM: Vunnu 25 málssigur á Meksiko

Klokkan 15.15 spæla Føroyar bólkafinalu móti Argentina

Mynd: Jure Erzen / kolektiff

HSF skrivar:

 

U19-menn: Avgreiðsla

 

Tað var skjótt greitt, at talan var um ein avgreiðsluspurning, tá føroysku U19-mennirnir møttu Meksiko í HM-endaspælinum í dag. Meksiko hevur verið millum veikastu liðini í kappingini higartil og gjørdist eisini talan um ein føroyskan stórsigur á 41-16, eftir 19-16 til Føroyar í hálvleikinum.

 

Talan bleiv um ein dyst, har tað ráddi um at hava tol í verjuni og at halda menn hugsavnaðar. Hetta eydnaðist fyri tað mesta, hóast tað eisini vóru sløsutar støður. Venjararnir fingu allar mans í spæl og ráddi um at deila orkuna, hetta við komandi dystum í huga. Mest eyðsýndu leikararnir vóru Lýðar í Dímun við sínum góðum langskotum, Helgi Haldórsson, sum spældi ein góðan dyst á strikuni og so Jákup Egholm, sum var kosin besti leikari í dystinum. Hóast Jákup bert spældi eitt gott korter, so kom hann eisini inn og skeyt brotskøst, har hann setti øll 10 í netið. Tað var merkisvert við dystinum, at tríggir dómarar vóru á vøllinum. Hetta er nakað IHF royndarkoyrir til ávísar dystir og kappingar.


Seinnapartin kl. 15.15, møta Føroyar Argentina, sum hava staðið seg væl í kappingini og taptu bert við einum málið móti Norra. Argentina vann í dag, 31-20, á Uruguay. Allir dystir kunnu stroymast á youtubekanalini “IHF competitions”.

 

Dystargongdin Føroyar – Meksiko:

5 min. 2-1

10 min. 6-1

15 min. 8-2

20 min. 12-5

25 min. 16-5

30 min. 19-6

35 min. 22-7

40 min. 25-9

45 min. 29-12

50 min. 33-12

55 min. 36-13

60 min. 41-16

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Jákup Egholm 11 (10)

Lýðar í Dímun 6

Helgi Jakob Haldórsson 4

Filip Haldansen 4

William Napoleon Djurhuus 4

Torkil Debes Dahl 3

Pauli Rasmussen 2

Magnus Árason 2

Haraldur Karlsson 2

Rúnar Hammer 1

Fríði í Innistovu 1

Jógvan Andreas Lamhauge 1

 

Málverjar:

Bjarni Gunnarsson Jakobsen, 7 bjargingar, 37%

Ingi Johannesen 3 bjargingar, 43%

 

Mynd: Jure Erzen / kolektiff