Áhugaverdar framførslur í Gøtu

Spennandi framførslur verða í Tøting fríggjakvøldið.

Klokkan 20:30 í annaðkvøld er konsert í Tøting í Gøtu við Simon Lynge, Ingun Gorms (fyrr Simonsen) og Døgg Nónsgjógv.

 

Simon Lynge:
.

Hesin ungi Grønlendingurin er ikki hvør sum helst. Simon er kendur og hevur spælt kring allan heim, hann hevur ímillum annað verið á tour við Emmylou Harris. 

Tónleikarnir á nýggju útgávuni "The Absence of Fear", spæla vanliga við nøvnum sum Tracy Chapman, Fiona Apple, Stevie Wonder, Prince, Christina Aguilera og Chick Corea.

Konsertin í Tøting, er ein liður av heimsumfatandi konsertferð av nýggju fløguni "The Absence of Fear", sum júst er útkomin,

Simon Lynge fær mong og sera góð ummæli kring allan heim, miðlar sum Rolling Stone, Q, BBC, The Sunday Times, News of the World, Music Week og aðrir kendir miðlar, geva tónleikinum hjá Simon mong rósandi orð. 
Sí meira her:
http://<wbr />www.simonlyngemusic.com/<wbr />website/press.html


Ingun Gorms:
Betri kend sum Ingun Simonsen, er sangari og sangskrivari, sum gav tvær plátur út í 80'unum og hittaði við lagnum "Áh, um eg kundi". Hon var við í bólkunum Knorr og Amigo, sum spældu til dans hvørt vikuskifti í fleiri ár.



Fyrst í 90'unum varð Ingun liðug á Føroya Læraraskúla. Seinastu 20 árini hevur hon prioriterað starvið sum lærari, men hevur eisini hesa tíðina luttikið á øðrum útgávum og spælt konsertir víða um. Hon hevði m.a. eitt lag við á Ung 85 og á fløguni hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. 

 

Ingun hevur eisini gjørt løg til aðrar tónleikarar og hevur gjørt eitt av løgunum á fyrstu útgávuni hjá Jan Petersen, sum kom út nú í februar.



Døgg Nónsgjógv:
Unga songkvinnan Innan Glyvur, er kanska bjartasta stjørnar á føroyska tónleikapallinum í løtuni.



Blaðunga Dögg Nónsgjógv hevur við róligu rödd síni sungið seg inn í föroysku hjörtini. Hetta var m.a. staðfest tá ið Hon vann Föroysku Tónlistarvirðislönina (FMA) fyri “ársins hitt” 2013 fyri sangin “Tú tók mína hond”. Harumframt var hon í uppskoti sum “ársins nýggja navn” í popp-kategoriini.


Dögg er 17 ára gomul og ættað Innan Glyvur. Hon hevur sungið í fleiri ár, men hevur veruliga fingið vind í seglini seinasta árið, eftir at hon spældi í Norðurlandshúsinum til eitt tiltak hjá Beranum, ið er ein sjálvhjálparbólkur hjá teimum, ið hava mist. Serliga hava áðurnevndi “Tú tók mína hond”, og sangurin til pápa hennara, sála, “Tú ert hjá mær” vakt ans. Báðir sangir komu út í september 2013 og báðir snúgva teir seg um sterkar persónligar kenslur, ávíkavist kærleika og sorg. Sangirnar hevur Dögg skrivað við hjálp frá Hans Jacob Kollslíð, sum eisini eigur fast pláss á palli við henni.

Kelda: gfestival.fo