Áhugaverdar framsýningar á Fløulið og í Gamla Skúla

Skálin við Skála skipar fyri framsýning á Fløulið (hjá Henningi Joensen) - leygardagin og sunnudagin kl 16-22. Framsýningar verða av: tekstil-, steinum, ull- vev-, gull-, silvur og øðrum handarbeiði

Helena Mikkelsen, sum hevur fingist nógv við tann føroyska búnan hesi seinastu árini, fer at sýna fram innan hetta økið, men eisini annað, sum t. d. er tilfirkað av føroyskari ull.

Karin Brattaberg fer at sýna fram ymiskt innan føroyska ull t. d. vevaðir og røvdar lutir.

Harumframt verður uttan iva tógvið frá Suðuroyar ullavirki at síggja.

Ruth Magnussen - steinslípari fer sum navnið sigur at hava ymiskt innan steinar - prýðislutir sum t. d. hálsketur, brosjur, lyklaringar.

Tórgerð Suðuroy, ið ger ymiskt arbeiði innan gull og silvur, fer at sýna fram ymiskar brúks- og prýðislutir innan hetta økið.

Leygardagin kl 20-21.30 verður skipað fyri »Tónleikakaffistovu«. Kl 20.00-20.30 verður byrjað við Blokkufloytuorkestri úr 4. flokki í Vágs skúla. Kl 20.30 - 21.15 luttaka ymiskir Spice Girls bólkar og Backstreet Boysbólkur í ymiskum aldir. Kl 21.15-22.00 luttaka Arnfinnur og Johanna Thomasen við gittari og sangi.

Sunnudagin verður eisini »tónleikakaffistova«, men tá verður byrjað kl 19.30. Blokkfloytuorkestrið verður kl 19.30-20.00., Síðani Spice Girls bólkarnir og Back Street Boys bólkur kl 20.00 - 20.45. Hetta kvøld kl 20.45 - 21.00 enda Henry hjá Pola og Hildur við gittara og sangi. Tey, sum eru kosin at enda bæði kvøldini, eru faðir og dóttir.

Høvi verður alla tíðina kl 16.00 - 22.00 at keypa sodavatn, kaffi og køkur og hugna sær í kaffistovuni, har gott útsýni er oman á havnarlagið og annars nýta høvi til at njóta framsýningarnar og koma á tal við vinir og kenningar í hesi sera snotuligu høll.

Skálin við Skála hevur eisini framsýning av Ruth Smith savninum í Gamla Skúla. Leygardagin verður framsýningin opin kl 17-20. Sunnudagin verður opið kl 15-20. Nevnast kann í hesum sambandi, at Skálin við Skála hevur fingið nakrar fotomyndir í gávu frá arvingunum eftir Elsebeth Helenu og Jógvan Dahl (Sannu og Eivind Dahl). Hesar verða eisini at síggja. Hesar eru sera viðkomandi fyri bygdina og hava eitt ómetaliga stórt »affektiónsvirði«. Fyri at nevna onkra - kann tann av Johannu og Jákup Dahl nevnast. Henda verður nevnd, tí tað var júst Jákup Dahl, sum keypti stoltleika okkara, Johannu TG 326 og hann kallaði hana upp eftir konuni Johannu. Tey sum hava hug - teimum býðst høvi til at fara ein tú í Gamla Skúla at ríka seg við myndalist og fáa eitt upplivilsi av gamlari tíð av fotomyndunum, sum osa av søgu, siga fyrireikararnir av framsýningini.

At enda kann nevnast, at atgongumerkini til framsýningina úti á Fløulið og í Gamla Skúla samstundis eru lutaseðil um eina snarferð fyri tvey við Norrönu til Noregs - við tí stóra kalda borðinum?