AIK er stórfavorittur

Veddingarfyritøkur geva ikki KÍ stórar møguleikar í Stokkhólmi í kvøld.

Tað eru ikki stórir møguleikar, sum KÍ fær frá veddingarfyritøkunum kring heimin, nú føroyska liðið í dag skal spæla seinna dystin í Europa League ímóti svenska felagnum AIK Stokkhólm.


KÍ stóð seg væl í fyrra dystinum í Føroyum og fekk 0-0-javnleik. Hetta úrslitið leggur tó upp til, at svenska liðið heima á Friends Arena ætlar sær at leggja stórt trýst á KÍ.


Miðaloddsið upp á KÍ-sigur í kvøld er um tey 24. Tað merkir, at tey meta KÍ hava áleið 4% møguleika fyri at vinna. Hægsta oddsið á KÍ fæst hjá Leon Bets, har tað er heili 45,65.


Møguleikin fyri javnleiki er 12%, meðan sannlíkindini eru risastór fyri AIK-sigri, nevniliga 84%. Hægsta oddsið upp á heimasigur fæst hjá Vulkanbet, har tað er 1,13.


Dysturin ímillum AIK Stokkhólm og KÍ byrjar kl.18.00. Tilber at fylgja við beinleiðis tekstafrásøgn her á in.fo.