Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm var favorittur undan útidystinum móti Halmstad í bestu svensku fótbóltsdeildini. Dysturin var leiktur tíðliga seinnapartin í dag.
Men tað endaði við 2-0 sigri til Halmstad, ið skoraði bæði málini fyrsta hálva tíman av dystinum.
AIK hevði bóltin 70 prosent av tíðini, og teir høvdu munandi fleiri royndir innanfyri málrammurnar enn mótstøðuliðið, men teir tóku ikki av. Halmstad hevði tvær royndir innanfyri málrammurnar, og teir tóku av báðu ferðirnar.
Samstundis sum AIK tapti, so vunnu hini oddaliðini, Mjällby og Hammarby sínar dystir.
Mjällby er fremst við 34 stigum, Hammarby hevur 33 stig, og AIK Stockholm hevur 29 stig. Øll trý liðini hava spælt 15 dystir, og hava sostatt øll 15 dystir eftir at spæla í Allsvenskuni.
Komandi sunnudag klokkan 15.30 hevur AIK Stockholm heimadyst móti Degerfors, ið er triðaftast í deildini.
##med2##