Talið av flogferðafólki í altjóða flúgving til Grønlands er minkað við 41,9 prosentum í fyrsta fjórðingsári í ár í mun til somu tíð í fjør, og tað er sjálvandi korona-kreppan, sum er orsøkin til minkingina.
Ferðaforboðið orsakað av covid-19 hevur gjørt, at ferðafólkini til tær seks lufthavnirnar í Grønlandi, sum vanliga taka ímóti ferðafólki úr ymiskum londum, hevur verið ógvuliga avmarkað.
Men, hetta er samstundis ein væntað minking, eftir at landið setti forboð fyri allari óneyðugari komu til Grønlands hin 20. mars í ár. Minkingin í ferðafólkatalinum á 41,9 prosent fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár svarar til stívliga 8000 ferðafólk í mun til somu tíð í fjør.
- Orsøkin er ferðaforboðið, og longu í mars í ár vóru 2.166 ferðafólk færri enn sama mánaða í fjør. Í apríl í ár vóru ferðafólkini heili 6.399 færri í mun til sama mánað í fjør, veit Grønlands Statistik at siga.
Nú verður Grønlandi so spakuliga latið upp aftur, og fyrsta stigið byrjar hin 15. juni, tá í mesta lagi 600 ferðafólk kunnu koma til landið. Øll ferðafólk, sum koma til Grønlands, skulu testast tveir dagar fyri fráferð, og tey skulu testast aftur fimm dagar eftir, at tey eru komin til Grønlands.
Eins og onnur flogfeløg, er Air Greenland eisini hart rakt av korona-kreppuni, og seinasta hósdag kunngjørdi flogfelagið, at 60 fólk eru søgd úr starvi.