Air Jordan XIII: Dýrastu ítróttarskógvarnir nakrantíð

Skógvar hjá Michael Jordan eru seldir fyri 15 milliónir krónur

Á eini uppboðsølu í New York blivu einir skógvar hjá Michael Jordan eru seldir fyri 15 milliónir krónur. Hetta er met fyri einar brúktar ítróttarskógvar, skrivar Reuters.

 

Talan er um ”Bred” Air Jordan XIII skógvarnar, sum Michael Jordan brúkti í finaluseriuni í 1998. Michael Jordan og kurvabóltsfelagið, Chicago Bulls, vunnu tá sítt sætta meistaraheiti upp á átta ár.

 

Hetta bleiv somuleiðis seinasta árið við tiltikna liðnum, sum Michael Jordan og Scottie Pippen stjórnaðu saman við venjaranum Phil Jackson. Hetta tíðarskeiðið bleiv gjørt ógloymandi í dokumentarseriuni ”The Last Dance” hjá Netfix.

 

Michael Jordan er kendur sum ein av bestu kurvabóltsspælaraunum nakrantíð, men hann er sanniliga eisini kendur fyri sítt samstarv við Nike, har hann eigur sítt egna klædnamerki. Serliga eru skógvarnar hjá honum – sokallaðir ”Sneakers” høgt í metum og verða javnan seldir fyri nógvar pengar.

 

##med2##