Umleið 170 fólk eru nú um middagsleitið í dag savnað til hátíðarløtu á nýggja hotellinum, sum samtakið Christian í Grótinum letur byggja í Klaksvík.
Hetta eru arbeiðsfólk, eigarar, ymiskir samstarvspartar og onnur í stóru byggiverkætlanini.
Matveitarin Gepetto hjá Árna Müller hevur grillað grísakroppar og lambskjøt í morgun, og her er stór lagkøka við mynd av hotellinum umframt ymiskt annað gott.
Føroya Bjór hevur syrgt fyri øllum tí leskandi, og her eru borð, sum gestirnir kunnu standa við og eta ein góðan og leskiligan bita av grilluni.
Nakrar røður verða hildnar, og tað verður Kristian Martin Rasmussen, sum í endanum av tiltakinum í dag fer at avdúka, hvat navnið á nýggja hotellinum verður.
Aðrir, sum siga nøkur orð, eru Jan Petersen, stjóri í samtakinum Christian í Grótinum, borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen og stjórin í byggifyritøkuni Kanjon, Kjartan Hansen, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna.
Tilsamans 83 kømur verða á nýggja hotellinum, og av hesum eru eisini nakrar svitur. Hotellið, sum helst fer at kosta einar 120 milliónir krónur, verður liðugt einaferð næsta ár.
Tað er stívliga eitt ár, síðan byggingin byrjaði.
Kristian Martin Rasmussen hevur júst avdúkað, at navnið á hotellinum verður KG, sum eru kennibókstavirnir fyri skip og bátar í Norðoyggum.
Eitt genialt navn, tá hugsað verður um, at tað er eitt reiðarí, sum letur hotellið byggja og eigur alla hesa stóru íløgu, sum væntandi fer at hava stóran týdning fyri alt norðurøkið.
Her eru fleiri myndir - https://www.in.fo/news-detail/myndir-reisigildid-hja-nyggja-hotellinum-i-klaksvik
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/nyggja-hotellid-i-klaksvik-verdur-reist-og-faer-navn
##med2##