MISSKILJING: Tíðindaportalur boðar frá, at Tórshavnar kommuna (TK) ella Suðurstreymoyar kommuna, sum hon kanska eisini kann eita, vil vera við, at áirnar, Ljósá og Fransá, sunnan fyri Argjaboða enda sum ein og sama á oman móti sjónum!??
Ljósá, sum rennur úr Ljósavatni (Ljósávatni?) og Fransá, keldan við tí reinasta vatninum í Suðurstreymoy, kanska í øllum Føroyum, eru tvær ymiskar áir, sum als ikki enda sum ein á!
Hvussu kann slíkt henda?
STAÐBUNDIN ARGJANEVND: Helst eigur Argja bygd at fáa eina staðbundna argjanevnd á sama hátt sum hinar bygdirnar í TK (Suðurstreymoyar kommunu). Tað er kanska ov seint til hetta býráðs-/bygdaráðsvalið í TK!?
ELSPUGØTA: Frálíkt, at Elspa (Elsuba), kona Andrasar niðursetumans, fær gøtu uppkallaða eftir sær í nýggju útstykkingini oman fyri skúlan á Argjahamri.
Hendan gøtan er annars beint niðan fyri Klingur(s)tjørn og kundi tí møguliga itið ”undir Klingur(s)tjørn”. Útstykkingin, sum eitur “við Klingurstjørn”, er tætt upp at Tváttá/Tvættá, og kundi tí hóskandi itið eftir tí ánni.
Løgið, at grundstykkini eru løgd heilt suður móti ánni. Fyrr vóru treytirnar, at 15 metrar skuldu vera millum á og grundstykki. Spell, at tað tykist vera broytt.
ÚTSTYKKINGIN VIÐ LJÓSÁ: Aftur til byrjanina. Syðra útstykkingin á Argjahamri skal eftir ætlan eita eftir Ljósá og Fransá, har onkur hevur misskilt okkurt.
BÓLIÐ OG ÁNADALUR: Mitt í útstykkingini er seyðabólið. Síggi, at sprongt verður kring bólið, sum tykist fara at verða varðveitt mitt í útstykkingini. Hugaligt! Løgið, at “ból” ikki er valt sum staðarnavn har. Gaman í er Ljósá skamt sunnanfyri; Fransá er eitt sindur syðri.
ÁNADALUR (ÓNADALUR?): Abbi á Borg, sum var staðkendur hagamaður, nevndi lendið frá bólinum suður/út móti Ljósá “Ánadal”. Síggi, at “Ónadalur” stendur á kortinum!?. Veit onkur staðkendur meir at siga um hatta? Útstykkingin kundi tí eisini itið eftir hesum dali.
SÁLARBÓTARÁ: Á kortinum síggi eg “Sálarbótará” og ikki “Fransá”. Veit onkur staðarnavnakønur, um talan er um somu á? Bæði nøvnini eru kend á Argjum.
ARGJAGARÐSÁ: Barnagarðurin á Argjahamri verður víðkaður suðureftir. Nýggi bygningurin er settur beint í “Argjagarðsá”. Onkur stova í nýggja barnagarðinum kundi tí hóskandi itið eftir hesi á.
E.S.: Veit TK at siga, um áin sleppur at renna sína upprunaleið undir barnagarðinum? Eg fregnist, tí kommunan kvetti Argjagarðsá av, tá rundkoyringin beint niðanfyri varð gjørd á sinni. Áin hevur higartil ikki funnið sína legu aftur.
Við áa- og staðanavnakvøðu
Eyðun á Borg
Borg, Argir 28/10-2024