Sambært AFP er hetta seinasta royndin hjá Airbnb at fáa part í teimum ferðainntøkum, sum í dag fara til kappingarneytar sum Booking.com og Expedia.
Samstundis kemur broytingin eftir, at fleiri lond hava hert reglurnar fyri stutttíðarútleigan av bústøðum. Í Spania hevur Airbnb fingið eina bót upp á nærum hálva milliard krónur fyri lýsingar, sum sambært myndugleikunum brutu reglurnar.
Eisini í býum sum Barcelona, New York og París eru reglurnar fyri Airbnb-útleigan herdar nógv seinastu árini.
Eftir eina dagføring av skipanini kunnu brúkarar nú fáa gerandisvørur koyrdar út í meira enn 25 býum í USA. Harumframt ber til at bíleggja flutning til og frá flogvøllum í meira enn 160 býum kring heimin.
Stjórin í Airbnb, Brian Chesky, sigur, at ferðing eigur ikki bara at vera lætt, men eisini gevandi og lærurík.











