Talið av føroyskum hondbóltsleikarum, ið spæla uttanlands - bæði kvinnur og menn - veksur alsamt.
Komandi kappingarár vera tað tríggir landsliðsmálverjar hjá føroyska kvinnulandsliðnum, ið spæla uttanlands á einum hægri støði.
19 ára gamla Gylta Djurhuus á Neystabø, ið vann greipuna við Kyndli fer at spæla við høvuðsstaðarfelagnum, Skuru sum spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Nú er greitt, at fyrstu kappingardystirnir hjá Gyltu við Skuru vera í innleiðandi umfarinum í svensku steypakappingini.
Millum 18. og 23. august fer Skuru at spæla tveir dystir - heima og úti - móti Skånela, ið vann næstbestu deildina og flutti upp í bestu deildina.
Kappingin í bestu svensku hondbóltsdeildini byrjar fyrst í september.











