Aircondition við CO2

Í 2007 koma teir fyrstu evropeisku bilarnir á marknaðin við aircondition-anleggum við CO2 ístaðin fyri R134a (freon), sum higartil hevur verið brúkt. CO2 er munandi meira umhvørvisvinarligt


Aircondition-anleggini verða munandi meira umhvørvisvinarlig í framtíðini, tá freon verður skift út við CO2. Fyritøkan"Agramkow Fluid Systems" í Sønderborg verður tann fyrsta at lata hesi CO2-anlegg, skrivar Erhvervs-Bladet.
 
Stjórin í "Agramkow Fluid Systems", Peter Rathje, sigur, at talan er um stórar verkætlanir á heimsmarknaðinum, teir lata sum er aircondition-loysnir til bæði køli- og bilídnaðin. Í løtuni samstarva teir t.d. við týsku bilframleiðararnar VW/Audi, DaimlerChrysler og BMW. Fyrta bilmerki sum kemur við CO2 aircondition verður helst BMW.