Tænastan hjá Auto er betri nú enn nakrantíð fyrr. Líkamikið nær á samdøgrinum tað er, so ber til at ringja til Auto og leiga sær ein hýruvogn.
Eitt av mest týðandi átøkunum hjá Auto í nýggjari tíð, er tilboðið um koyring á flogvøllin. Hópin av fólki ferðast um flogvøllin, og Auto veitir ferðafólki skjótan og góðan flutning bæði til og frá flogvøllinum. Síðan hendan koyringin byrjaði, fyri meira enn einum ári síðan, eru tað fleiri og fleiri ferðafólk sum nýta hendan møguleika.
Auto var fyrsta bilstøðin í Havn, sum byrjaði regluliga koyring til og frá flogvøllinum. Peter Splidt, stjóri í Auto, sigur, at fólk hava tikið sera væl undir við hesi koyring. Fyrimunirnir eru nógvir, ferðafólkini verða heintað heima og koyrd á flogvøllin, eins og tey verða koyrd beinleiðis av flogvøllinum og heim. Hetta ger, at tey sleppa undan at leiga ein hýruvogn til og frá vanligu bussrutuni. Sama er galdandi fyri ferðafólk, sum skulu beinleiðis á hotellini í Tórshavn, sokallað Shuttle-koyring.
Tilboðið hjá okkum upp á koyring til og frá flogvøllurin í samband við Atlantic Airways er 180,- kr fyri hvønn ferðandi, sigur Peter Splidt, stjóri í Auto..
Auto hevur telefon 311234 ella 36-36-36. Eisini ber til at bíleggja á heimasíðuni: www.auto.fo