Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ajax spældu í kvøld á útivølli móti oddaliðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Odense á útivølli.
Ajax sum er aftast í deildini við bert sjey stigum var fyri stórtapi 14-37. Í steðginum var Odense á odda 20-6.
Súna skoraði fýra mál, og vann liðnum tvey brotskøst. Lív skoraði eitt mál, og Rakul bjargaði sjey av 28 málroyndum ta tíðina hon vardi málið hjá Ajax.
Talan var um trettanda ósigurin á rað hjá Ajax.
22. mars spælir Ajax seinasta dystin í grundspælinum móti Sønderjyske á heimavølli. Eftir tað skal Ajax spæla upp- og niðurflytingardystir. Vegna húsagang endar Randers á aftasta plássinum í deildini, og tað kann blíva bjargingin hjá Ajax, um tær yvirliva upp- og niðurflytingardystirnar.