Adrian skoraði móti Horsens men Pingel fekk seinasta orðið

Liðið hjá Adriani Justinussen og Daniel Johansen mátti lúta fyri AC Horsens

Í kvøld tóku gamli B36 og HB áleyparin, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í AC Horsens móti liðnum hjá Adrian Justinussen og Daniel Johansen, Hillerød á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Adrian og liðfelagarnir hildu teir høvdu knógvað eitt stig, tá Monday Etim javnaði til 2-2 í 90. minutti.

 

Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var Pingel óndur við sínar gomlu liðfelagar í Hillerød, tá hann skoraði sigursmálið til 3-2 til AC Horsens.

 

Tað var annars Adrian Justinussen sum legði Hillerød á odda 1-0 í fyrsta minuttinum av seinna hálvleiki. Talan var um annan dystin á rað, at Adrian skoraði fyri Hillerød.

 

Seks minuttir seinni javnaði Marvin Egho til 1-1. Sami Marvin Egho legði AC Horsens á odda 2-1 í 64. minutti. Og so var alt drama´ið við tveimum málum seinastu minuttirnar, har Sebastian Pingel gjørdist sigursmálsskjútti fyri AC Horsens.

 

Daniel Johansen var á beinkinum, men slapp ikki á vøllin fyri Hillerød í kvøld.

 

Hillerød hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti Roskilde á heimavølli.