Fyrrapartin kunnaði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari um, hvørjar spælarar hann hevur sent boð eftir at vera við í Baltic Cup, sum verður í næsta mánað.
Listin líkist sær sjálvum við tveimum broytingum:
B36 málverjin Silas Eyðsteinsson, sum hevur verið sera eyðsýndur fyrsta triðingin av landskappingini, er ein av trimum málverjum. Hann avloysir HB málverjan Bjart Vitalis Mørk.
Hin nýggi landsliðsspælarin er Áki D. Samuelsen, sum fyri stuttum var við til at vinna svensku steypafinaluna. Hann hevur higartil verið á U-21 landsliðnum.
Hesir hava í dag fingið landsliðsboð:
Málverjar
Bárður á Reynatrøð Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge Strømsgodset IF Norra
Silas Eyðsteinsson B36
Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar Víkingur Reykjavík Ísland
Odmar Færø KÍ
Samuel Chukwudi SJK Seinäjoki Finnland
Gullbrandur Øregaard Sandnes ULF Norra
Arnbjørn Svensson Víkingur
Viljormur Davidsen NSÍ
Martin Agnarsson Aarhus Fremad Danmark
Jóannes Kalsø Danielsen KÍ
Jann Julin Benjaminsen NSÍ
Miðvallarspælarar
Jákup Biskopstø Andreassen KÍ
Géza Dávid Turi Grimsby Town FC England
Brandur Hendriksson Olsen NSÍ
Noah Hans Mneney HB
Árni Frederiksberg KÍ
Jóannes Bjartalíð FC Kyzylzhar Kasakstan
Hanus Sørensen NK Triglav Kranj Slovenia
Áki Samuelsen Mjällby AIF Svøríki
Álopsspælarar
Petur Knudsen NSÍ
Adrian Justinussen AC Horsens Danmark
Páll Andrasson Klettskarð KÍ











