Áki D. Samuelsen er svenskur steypavinnari.
Áki og liðfelagarnir í Mjällby vunnu í steypafinaluni á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi 2-1 á Hammarby frammanfyri 40.000 áskoðarum.
Áki kom á vøllin í 63. minutti, og tað gingu bert tríggjar minuttir, so fekk hann eitt gult kort.
Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Elliot Stroud legði Mjällby á odda í 19. minutti. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Hammarby til 1-1. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki skoraði Jacob Bergström sigursmálið hjá Mjällby.
Heilt móti dystarenda hevði Áki ein góðan málmøguleika til at økja til 3-1, men royndin bleiv bjargað á málstrikuni av einum verjuleikara hjá Hammarby, sambært dystarfrásøgnini hjá Sveriges Radio.
Áki er fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið vinnur svensku steypakappingina.
Mjällby hevur skrivað nógva søgu hetta farna árið. Fyrst við at vinna fyrsta meistaraheitið nakrantíð, og nú við at vinna steypakappingina á fyrsta sinni.
Todi Jónsson og Brandur H. Olsen vunnu báðir á sinni donsku steypakappingina við FC Keypmannahavn. Og Brandur hevur eisini saman við Jóannesi Bjartalíð vunnið norsku steypakappingina við Fredrikstad.
Uni Arge, Julian Johnsson, Símun Samuelsen, Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jóan Símun Edmundsson, Pætur J. Petersen og Gunnar Vatnhamar hava allir vunnið steypakappingina í Íslandi við Akranes, Keflavík, ÍBV, KA og Víkingi Reykjavík.
In.fo ynskir Áka D. Samuelsen hjartaliga tillukku við svenska steypagullinum.











