– Í felag seta vit eina grønari kós

Leygardagin tann 16. mai verður Orku- og umhvørvisdagurin aftur í Fuglafirði.

Tíðindaskriv:

 

Hetta er ein dagur fyri ØLL í Fuglafjarðar kommunu (onnur eru eisini hjartaliga vælkomin), har vit seta fokus á grønu kósina í ein dag. Tvey fokusøki eru sett á skinnarar í ár: Ruddingarátak og upplating av nýggja Umhvørvisplássinum á Kambsdali.

 

Vónandi møta nógv fólk upp til ruddingarátakið, so vit saman kunnu fáa bygdirnar at skína til summarið.

 

Skrá:

9.00 Ókeypis morgunmatur í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum

9.30 Ruddingin verður skipað í býlingar og sett í gongd av røsku skótunum í Fuglafirði

- Ítróttafeløgini í Fuglafirði luttaka til ruddingina

- Kavarar rudda botnin í bátahylinum (tilmelding fer fram við at ringja til brandmeistaran, Jan Lauritsen á tel 239112)

11.30 BASALT vísa fram og selja ymiskt grønt á Torginum omanfyri Mentanarhúsið

11.45 Ruddingin er liðug

12.00 Ókeypis suppa, saft, kaffi og te í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum

14.00 Umhvørvisplássið á Kambsdali letur upp

- Setanarrøðari: Eivin S. Breiðaskarð, formaður í Orku- og umhvørvisnevndini í Fuglafjarðar kommunu

- Thomas Lambastein ber fram røðu

- Jens Marni Hansen spælir nøkur løg

- Umhvørvisplássið á Kambsdali letur upp

- Skótarnir bjóða kaffi, te og sunkist

18.00 Umhvørvisplássið á Kambsdali letur aftur og dagurin endar

 

Orku- og umhvørvisnevndin hjá Fuglafjarðar kommunu hevur tikið stig til hendan dagin, sum er afturvendandi á hvørjum ári og verður fíggjaður av Fuglafjarðar kommunu.