Áki skoraði tvey mál í fyrsta kappingardystinum fyri Aue

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í Aue vunnu dyst í týsku steypakappingini í kvøld

Áki Egilsnes hevur í kvøld spælt sín fyrsta kappingardyst fyri lið sítt í Týsklandi, Aue.

 

Talan var um fyrru uppgerðina í týsku steypakappingina millum Potsdam og Aue. 

 

Aue vann dystin, ið var leiktur í Potsdam við úrslitinum 28-26. Í steðginum var Potsdam á odda 15-13, so talan var um eitt gott avrik í seinna hálvleiki.

 

Heimasíðan hjá Aue skrivar, at offensiva verjan hjá Aue í fyrra hálvleiki riggaði ikki so væl. Á plusssíðuni var talan um eit konsentrerað og motiverað lið hjá Aue, sambært heimasíðuni. 

 

Føroyski landsliðsspælarin, Áki Egilsnes skoraði tvey mál fyri Aue í kvøld, og hevur sostatt fingið síni fyrstu kappingarmál í týskum hondbólti.

 

Fyrsti dysturin hjá Aue í 2. bundesligu verður 11. september móti Tusem Essen.