Akraberg heim við fullari last

Akraberg er á veg heim úr Barentshavinum við 900 tonsum í lastuni.

 

Erland Olsen, skipari, sigur at túrurin hevur gingið væl, nú teir eru á veg heim aftur minni enn fýra vikur eftir, at teir fóru til fiskiskap.

- Tað er kruvt og heysað, tað mesta av tí, men so eru eisini 270 tons, sum er skráskorið. Tað mesta er toskur, men eisini hýsa og upsi, sigur hann.

 

Teir hava verið tveir túrar í norskum sjógvi, men næsta túrin fara teir á rækjufiskiskap í russiskum sjógvi.

- Vit vóru ein túr í fjør, tað var í russiskum sjógvi. Man kan velja, har sum frægast fiskiskapur er, men eg havi hoyrt, at teir hava fingið okkurt í russiskum sjógvi, sigur Erland Olsen.

 

Akraberg hevur ikki rækjufabrikk, so teir frysta rækjurnar í 20 kilo blokkum.

- Eg veit ikki, hvussu prísurin er í ár, men í fjør lá hann um 20, 21 krónur kilo. Vit høvdu 740 tons í fjør og tað gav 14,4 milliónir krónur. Tað var ok, vit vóru á feltinum í eini 46 ella 47 dagar, sigur hann.

 

Hann sigur, at kvotan er minkað nakað í ár og tí ger skipið færri túrar.

 

24 mans eru við Akraberg hendan túrin og koma inn leygarkvøldið. 48 mans mynstrað við Akraberg.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Erland Olsen.