Akranes fór við sigrinum

Tað var íslendska liðið, sum gjørdist fyrsti vinnarin av Atlantic Cup, sum skal vera ein afturvendandi dystur millum íslendsku og føroysku meistararnar. Munurin á liðunum var tó ikki stórur

B36 megnaði at geva íslendsku meistarunum ÍA av Akranesi harða mótstøðu, hóast íslendingar fóru við sigrinum tá avtornaði. Landskappingarnar í londunum báðum er enn ikki farin í gongd, og hetta var tí eitt kærkomið høvi at gera seinastu royndirnar, áðrenn landskappingin av álvara fer av bakkastokki, og nú finalurnar í steypakappingini skulu avgreiðast.
Tað leikaði javnt á fyri steðgin. Liðini megnaðu ikki at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tó hevði B36 kanska ein lítlan mun, tá talan var um málmøguleikar. Tað var tó eitt mistak frá málverjanum, sum gav ÍA leiðsluna.
Ellert Bjørnsson legði eitt innlegg innfyri málið, tá hann var staddur ytst í høgra borði. Innleggið miseyndast, men Réne Tórgarð fór skeivur av bóltinum, og hann smeyg sær innum fremru stong. Hepni var við íslendingum í hesum førinun.
Málið kom stutt fyri hálvleik, og ÍA kundi sostatt fara til steðgin við leiðsluni. B36-ararnir mundu iðra seg stórliga um, at teir vóru aftanfyri í steðginum, tí føroyingar vóru væl við allatíðina.

Leiðslan økt
Beint eftir at dómarin hevði sett í gongd aftur øktu íslendingar um leiðsluna. Eftir trunkaspæl í brotsteiginum hjá B36 støkkur bólturin útfra, har Grétar Steinsson stendur væl fyri. Hann langar til frá brotsteigarmarkinum, og Tróndur í málinum hevði ongan møguleika at bjarga. Báðir málskjúttarnir hjá ÍA vóru ungir leikarar um 20 ára aldur, sum eru við at gera seg galdandi í íslendskum fótbólti.
ÍA var nú frammanfyri við tveimum málum. Onkur mundi óivað halda, at hetta ikki var uppiborið, tí íslendarar høvdu á ongan hátt havt leikliga yvirvág higartil í dystinum.
Eftir hetta leikaði eisini javnt á í báðum endum av vøllinum. Íslendingar høvdu onkran góðan málmøguleika, men tað hevði hinvegin B36 eisini. Venjarin hjá B36, Piotr Krakowski, valdi at skifta fleiri ungar og óroyndar leikarar inn í seinna hálvleiki, og hesir sluppu væl frá uppgávuni.

B36 minkar munin
B36 misti ikki mótið, men helt fram við at leypa á íslendska málið. Hetta gav eisini úrslit móti endanum av dystinum, tá John Petersen minkaði um munin.
Niels Joensen vinnur bóltin á miðvøllinum og sendir Jákup á Borg avstað í høgru síðu. Jákup sendir hart eftir jørð inn til John Petersen í brotsteiginum. Hann lyftir hegnisliga bóltin upp, vendir sær og langar til bóltin, sum fer framvið málverjanum og í netið. Tá vóru bara fýra ella fimm minuttir eftir at spæla, men B36 var nær við at javna í seinasta álopinum í dystinum.
Heini í Skorini, sum er staddur í vinstra borði, fær eina sending frá Jákupi á Borg. Heini tekur bóltin niður og dregur síðani framvið tveimum íslendskum verjuleikarum. Hann kemur at standa væl fyri beint innanfyri brotsteigarmarkið og roynir seg við skoti. Málverjin fær tó hondina á bóltin og hálvbjargar, áðrenn ein verjuleikari beinir bóltin burtur. B36 var soleiðis nær við at javna í seinasta álopinum, men einki spurdist tó burturúr.
ÍA gjørdist sostatt fyrsti vinnarin av Atlantic Cup, sum ætlanin er at hava á hvørjum ári. Hetta er eitt samstarv, sum er komið í lag ígjøgnum ferðavinnugrunnin FITUR, og Atlantic Airways stuðlar tiltakinum. Fótbóltssambondini í báðum londunum eru eisini við í hesi kappingini. Næsta ár verður Atlantic Cup spælt í Íslandi. Borgarstjórin Jan Christiansen handaði eftir dystin akranesmonnum steyp.