Akrar og Lopra ynskja loysing

Fólk á Økrum og í Lopra eru farin at savna inn undirskriftir fyri at loysa frá Sumbiar Kommunu og sleppa undir Vágs Kommunu

Ein bólkur av fólki á Økrum og í Lopra hevur tikið stig til at savna inn undirskriftir fyri at loysa frá Sumbiar Kommunu. Tey ynskja heldur at vera partur av Vágs Kommunu, hóast skattaprosentið har er munandi hægri enn í Sumbiar Kommunu.

Høvuðsorsøkin til, at fólk á Økrum og Lopra ynskja at ríva seg leys úr Sumbiar Kommunu er, at tey eru ónøgd við viðferðina, ið tær báðar smábygdirnar fáa frá bygdaráðnum. Tey siga, at meirilutin í bygdaráðnum als ikki hevur áhuga fyri hvat fyriferst í hesum báðum bygdunum, og arbeiða í staðin bert fyri borgarunum, ið búgva í Sumba. Hetta siga tey vera galdandi, bæði hvat viðvíkjur virksemi, skúla og øðrum.

Eina aðra orsøk siga tey vera, at lítið og einki arbeiði er í kommununi, og torført er at fáa arbeiði í Vági, um fólk ikki eru limir í Vágs Kommunu. Tí hevur onkur einstakur longu tikið stigið og meldað seg úr Sumbiar Kommunu, fyri heldur at vera limur í Vágs Kommunu og sostatt fáa arbeiði.


Minniluti

Hóast tey eru nøkur á Økrum og í Lopra, ið eru ógvuliga ónøgd við at vera í kommunu saman við Sumba, tykist ikki vera meriluti fyri at ríva seg leys úr kommununi. Higartil hava bert 32 av teimum umleið 155 íbúgvunum skrivað undir áheitanina um at loysa frá Sumba. Stigtakararnir vóna, at onkur afturat fer at skriva undir, men teir vænta tó ikki, at meiriluti verður fyri loysingini.


Skapar klovning

Jacob Vestergaard er bygdarráðsformaður í Sumbiar Kommunu. Hann býr sjálvur á Økrum, men hann tekur ikki undir við framferðini, ið loysingarsinnaðu borgarar hansara sýna. Hann sigur, at hann allatíðina hevur verið fyri at kommunusamanlegging, og heldur tað tískil vera eitt gott hugskot at leggja Sumbiar Kommunu saman við Vágs Kommunu. Men hann heldur ikki, at tey, ið hava tikið stig til at savna inn undirskriftir skapa samband, hann heldur, at tey tvørturímóti skapa klovning.

Annars hevur bygdarráðsformaðurin onga aðra viðmerking til málið. Hann sigur bert, at eingin hevur verið inni hjá sær og heitt á hann um at skriva undir.