Aksel í Fólkatingið

Fríggjadagin fer Sjúrður Skaale í farloyvi úr fólkatinginum, og fyri hann tekur Aksel V. Johannesen sæti

Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur fingið farloyvi frá fólkatinginum frá 20. apríl til 20. mai, og næstflestu atkvøðurnar á listanum hjá Javnaðarflokkinum fekk Aksel V. Johannesen.
Hann tekur tí sæti í fólkatinginum og skal beint í eldin.
Henda dagin verður fundur í evropanevndini í fólkatinginum, og tá fer nevndin at viðgera fráboðaðu revsitiltøkini hjá ES móti londum, sum ikki fiska burðardygt.
- Tað verður spennandi at royna, sigur Aksel V. Johannesen.
Aksel V. Johannesen fer í farloyvi úr løgtinginum, og næst á listanum er Helena Dam á Neystabø.
Hon júst er farin í nýtt starv sum stjóri á Føroya Handilsskúla, men hon hevur kortini boðað stýrinum fyri skúlan frá, at hon tekur sæti í tinginum.
-nMen tað er treytað av, at tað ikki nervar arbeiðið mítt á skúlanum, og vísir tað seg, at ikki ber til at vera í løgtinginum, kemur næsta varafólk inn fyri meg í tingið. Tað er so stutt skeið, tí tingið ætlar at fara heim 5. mai, sigur Helena Dam á Neystabø.
Næst aftan á hana a listanum hjá Javnaðarflokkinum er Kristoffur Gaardlykke. Hann hevur áður verið í tinginum sum varamaður.