Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy hava í dag vunnið seg í finaluna í tvímansleiki í badminton.
Aksel og Niclas spældu tríggjar dystir í dag, og teir vunnu allar rættiliga trygt.
Fyrsti dysturin var ímóti tveimum monnum av Falklandsoyggjunum, og tá var púra eingin mótstøða. Hinar báðar dystirnar skuldu Aksel og Niclas stríðast eitt sindur meira fyri tí, men teir vunnu báðar dystirnar 2-0.
Finalan í tvímansleikinum verður fríggjadagin, og tá skulu Aksel og Niclas spæla ímóti einum pari av Guersney.