Aksel stóri vinnarin og Jørgen stóri taparin

Samgongan er farin í knús, vísir nýggj veljarakanning. Rákið í henni er tað sama sum í kanningini í farnu viku, men tað sær frægari út hjá Sambandsflokkinum

 

Hevði løgtingsval verið í dag, hevði Fólkaflokkurin verið tann stóri taparin og Javnaðarflokkurin hevði verið tann stóri vinnarin.

 

Tað er úrslitið av eini veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

 

Les eisini: Veljarakanning. Aksel skal vera løgmaður

 

Hendan veljarakanningin fer ikki heilt so illa við Sambandsflokkinum, sum kanningin, Gallup gjørdi fyri ting.fo í farnu viku, gjørdi.

 

Tann kanningin var ein vanlukka fyri Sambandsflokkin, sum hevði mist 9 prosent av atkvøðunum og hevði bara fingið fimm tinglimir.

 

Á løgtingsvalinum seinast, fekk Sambandsflokkurin átta tinglimir, men síðanin er Gerhard Lognberg komin upp á flokkin afturat, so nú hevur hann 10 tinglimir.

 

Eftir Gallupkanningin hevði Sambandsflokkurin bara fingið 15,7 prosent av atkvøðunum.

 

Nýggja kanningin hjá Lóðuri gevur honum framvegis eitt sera vánaligt úrslit, men eftir hesi kanningini hevði hann hóast alt fingið 20,5 prosent av atkvøðunum, ella eina afturgongd á 4,2 prosent afturímóti tí, hann fekk á løgtingsvalinum í 2011.

 

Tað merkir, at hann hevði seks tinglimir, hevði val verið nú.

 

Eftir nýggju kanningini hevði Fólkaflokkurin verið tann stóri taparin. Á Løgtingsvalinum í 2011, fekk hann átta tinglimir, men síðani er Janis Rein eisini vorðin fólkafloksmaður, so at  flokkurin nú hevur níggum umboð á tingi.

 

Eftir hesari býggju veljarakanningini, hevði Fólkaflokkurin mist 5,1 prosent av atkvøðunum hevði fingið seks tinglimir.

Tað er sama úrslit sum í Gallupkanningini.

 

Stóri vinnarin hevði verið Javnaðarflokkurin. Eftir hesi nýggju kanningini hevði hann verðið nógv størsti flokkur, hevði val verið í dag.

 

Hann hevði fingið 25,6 prosent av atkvøðunum, ella eina framgongd á 7,8 prosent aftur ímóti seinasta løgtingsvali, tá ið hann fekk 17,8 prosent.

 

Eisini Tjóðveldi hevur framgongd við tað, at 20,8 prosent at atkvøðnum, ella 2,5 prosent meiri enn á seinasta løgtingsvali og tað hevði givið flokkinum ein tinglim afturat.

 

Eftir nýggju veljarakanningini hevði Sjálvstýrisflokkurin varðveitt sítt umboð á tingi, men Framsókn hevði fingið ein tinglim afturat og Miðflokkurin hevði mist ein.

 

Men akkurát sum gallupkanningin, vísir hendan nýggja kanningin eisini, at samgongan hevði farið í knús, hevði val verið í dag, so rákið í báðum kanningunum er tað sama.

 

Samgongan hevur 20 tinglimir sum er, men hevði val verið í dag, hevði hon bara fingið 14 tinglimir og hevði sostatt mist meirilutan á tingi.

Hetta er sama úrslit sum gallupkanningin í farnu viku vísir.