- Eg havi droymt um at gjørt eitt stórt akvarium, síðan eg fyri fyrstu ferð stakk høvdið undir vatnskorpuna í 1983, sigur Bjørki Geyti, og sonurin Dávid játtar, at pápin hevur prátað um verkætlanina leingi:
- Hann hevur langt síðani fingið hugskotið, men ítøkiliga fóru vit ikki undir arbeiðið fyrr enn fyri hálvum ári síðani. Seinastu tríggjar mánaðirnar hava vit arbeitt minst tólv tímar hvønn dag fyri at fáa akvariumið liðugt til ólavsøkuna.
- Men tað varð tíverri ikki so liðugt, sum vit ætlaðu, tað skuldi verða. Í løtuni eru bert tvey akvarium liðug, men vit hava stórar ætlanir fyri framman, sigur Dávid og vísir mær runt í Íshúsinum.
Eitt triðja akvarium er í gerð, og tvinni rúm skulu gerast afturat við nógvum smáum fiskabúrum, so Íshúsið verður eitt sokallað »eksperimentarium« hjá børnum og ungum:
- Meiningin er, at skúlar og barnagarðar skulu koma inn her og gera ymiskar royndir, greiðir Dávid frá og biður meg nema við eina hvalspýggju, sum alt fyri eitt heldur fingrarnir hjá mær er matur, kleimir um og førir teir til munnin hjá sær. Eg háli hondina aftur og spyrji Dávid, hvar teir hava fangað allar verurnar.
- Vit hava kavað eftir teimum, men somuleiðis verið við báti og fangað. Tær smáu verurnar trívast sera væl her hjá okkum, meðan stóru fiskarnir at byrja við kanska eru eitt sindur ørkymlaðir. Men eftir eina tíð, trívast teir eisini væl, tí umstøðurnar eru góðar, sigur Dávid Geyti at enda.
Tá eg koyri heim aftur, koma orðini, sum ein maður segði, tá eg kom inn, mær til hugs: - Hetta er so avgjørt ikki eins og eitt heimaakvarium.
--
Ein verkætlan fíggjað av Tórshavnar býráð
Ofta hava tankar verið frammi um at stovnseta eitt akvarium í Føroyum. Eina ferð vórðu royndir gjørdar í kjallaranum í fiskahúsinum í Kaldbak, og áhugin fyri royndunum var stórur. Síðst í 90unum var ætlanin at byggja eitt akvarium í Sandagerði í sambandi við eina samanlegging av Biofar, Føroya Náttúrugripasavn og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hendan ætlanin fór fyri bakka. Í 2005 savnaði Bjørki Geyti ein áhugabólk og søkti um at fáa loyvi at nýta Íshúsið til akvarium. Saman við peningi til smærri íløgur og rakstur játtaði býráðið at lata Íshúsið og økið rundanum til endamálið. Harumframt játtaði býráðið at fíggja raksturin av verkætlanini í 2006.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at tað er ein fragd at síggja nýggja akvariumið:
- Eg eri sera stoltur av Bjørka og Dávidi Geyti. Teir eru tveir raskir menn, sum vit alla tíð hava havt eitt framúr gott samstarv við, sigur Heðin Mortensen, men Bjørki Geyti skoytir alt fyri eitt uppí, at teir eru als ikki lidnir at arbeiða.
- Vit hava bara sett eitt lítið sirkus upp til ólavsøkuna, so tey vitjandi mugu ikki halda, at hetta er endaliga úrslitið. Um nakrar mánaðir verður akvariumið nógv størri.