Í dag er yvirgangsfelagsskapurin Al-Qaeda líka sterkur sum undan álopinum á USA 11. september í 2001. Seks ára kríggj ímóti yvirgangi hevur eftir øllum at døma ikki havt ta ávirkan, sum ætlanin var.
Í hvussu er vil ein nýggj fregnartænastufrágreiðing vera við, at felagsskapurin al-Qaeda er líka sterkur í dag sum undan atsóknini at USA fyri skjótt seks árum síðani.
Í frágreiðingini stendur, at al-Qaeda hevur ment seg nógv tað seinasta árið, og at felagsskapurin er minst líka væl skipaður nú sum undan álopinum á World Trade Center og Pentagon.
Frágreiðingin sigur, at al-Qaeda hevur rættiliga rúmar ræsur í Pakistan, og at í summum pørtum av landinum kann hann liva, sum honum lystir.