Alanngut Killinganni: Grønlendskur ræðufilmur

ÚTNORÐURDAGURIN 2024; Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags «Útnorðurdag» á hvørjum ári í øllum trimum londunum.

Mánadagin 23. september 2024, kl. 17.00 er grønlendskur filmur á skránni í Noðurlandahúsinum í Havn.

 

Átta ár eru liðin, síðani seks ungdómar vórðu álopin av sagnveranum Qivittoq í Qaqqat Alanngui. Tuuma er ferðaleiðari í Nuuk og siglir ferðafólk runt á sightseeing. Á eini av hesum túrunum biðja ferðafólkini hann sigla tey til tað staðið, har ungdómarnir einaferð vórðu álopin, og hóast hann er ímóti tí, játtar Tuuma. Men tá tey koma fram, verður illgruni Tuumas til ræðuliga veruleika, og ferðafólkini hvørva. Tuuma siglir skjótt aftur til Nuuk fyri at fáa hjálp frá løgregluni. Men er tað skilagott at venda aftur og leita eftir ferðafólkunum, tá ið Qivittoq’ar eru á spæli í fjøllunum?

 

Alanngut Killinganni var tilnevnd til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2023:

 

Leikstjóri: Malik Kleist

Sjónleikarar: Angunnguaq Larsen, Arnarak Patricia Bloch, Mike Thomsen, Jukku Noahsen,

Mál: grønlendskt við donskum undirtekstum

Aldursmark 16 ár - ókeypis atgongd 

 

Tiltakið er stuðlað av Almenna- og Mentamálaráðnum

 

Um útnorðurdagin

Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags «Útnorðurdag» á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði, skrivar nlh.fo.