Eldur í bili í Kollafjarðartunlinum

Kollafjarðartunnilin er stongdur í løtuni, tí eldur er í einum bili í tunlinum

Vakthavandi á politistøðini sigur, at eldur er í einum bili í Kollafjarðartunlinum, og at tunnilin tí er stongdur.

Løgreglan sigur, at bilførarin var einsamallur í bilinum, tá eldur kom í, og at hann er sloppin úr bilinum í øllum góðum.

 

Talan er um ein bensinbil, og eldurin er sløktur. Men tað fer at taka rúma tíð, áðrenn tunnilin kann latast uppaftur, og tí mælir løgreglan bilførarum at brúka Oyggjarvegin.