Sum kunnugt er hetta eitt av fólkasløgum á Balkanhálvoynni. Har, vita vit, eru nógv onnur fólkasløg, og tað vanliga er, at nógv búgva í sama landi ? í gamla Jugoslavia funnust til dømis umleið 40 ymisk fólkasløg.
Albanar hava eitt land ? Albania ? men í mun til flestu fólkasløgini á Balkan er teirra støða serlig við tað, at yvir ein triðingur av heimsins albanum býr uttan fyri Albania, fyrst og fremst í grannalondunum Serbia og Makedonia. Kommunistiska Jugoslavia var ein sambandsstatur samansettur av lýðveldunum Slovenia, Kroatia, Bosnia-Hercegovina, Montenegro, Makedonia og Serbia, sum hevði ta serligu støðu at hava tvey sjálvstýrandi øki innan fyri sítt umráði: Vojvodina norðanfyri og Kosova fyri sunnan; alt hetta komst av tjóðskaparligum orsøkum, tí at í Vojvodina var stórur partur av fólkinum ikki serbar, men t.d. ungarar (400.000 - kenda tenniskvinnan Monika Seles er ein av teimum), tjekkar, ukrainar, rumenar og aðrir, og í Kosova var og er 90% av fólkinum albanar. Tá ið Kommunistjugoslavia datt sundur, gjørdist hvørt av hesum lýðveldunum sjálvstøðug lond, tó blivu Montenegro og Serbia saman undir heitinum Jugoslavia, men tað politiskt týdningarmesta í okkara samanhangi, sum hendi, var tað, at Vojvodina og Kosova misti sítt sjálvstýri og vórðu eftir boðum frá Milosevic, serbiska forsetanum, innlimað í Serbia sum ein og hvør annar serbiskur provinsur ? uttan serlig tjóðskaparlig rættindi, og t.d. skuldu albanar ikki longur hava albanskt í skúlanum, og øll undirvísing ? líka frá fólkaskúlanum og til universitetini ? skuldi vera á serbiskum. Tann, sum ikki vildi lata sær hetta lynda, varð vístur burtur frá undirvísingini. Fylgjan hevur verið, at albanskt mælt børn og lesandi ikki hava fingið almenna undirvísing, og sum dømi kann nevnast, at 23.000 studentar við albanskum sum móðurmáli ikki eru slopnir inn á universitetið í Pristina, høvuðsstaðnum í Kosova, síðan 1990. Hóast hetta hava teir kunnað hildið fram við síni útbúgving, tí at teirra uml. 1.000 albanskttalandi lærarar, sum vegna málstríðið er uppsagdir, hava undirvíst á skrivstovum, í privatum heimum, ja enntá í úthúsum, stórt sæð fyri onki. Og tað sama er hent í barnaskúlunum, ja stórt sæð við allari undirvísing. Hetta slagið av passivari mótstøðu hava albanar í Kosova verið samdir um. Undir leiðslu av Ibrahim Rugova, sum teir rópa forseta (hann er fólkavaldur av albanum), varð í 1990 skipað fyri fólkaatkvøðu um sjálvstýri. Henda fólkaatkvøðan gav risastóran meiriluta fyri sjálvstýri, men tað kundu makthavararnir í Beograd ikki taka sær av, og aftursvar teirra hevur verið lurkar, táragass og skotvápn. So seint sum nú um høgtíðina vórðu 2000 albanskir studentar, sum skipaðu fyri mótælisgongu í Pristina, avbukaðir av serbiska politinum.
Heimurin uttan um letur lítið við seg koma, og tað er týðiligt, at fleiri og fleiri Kosovaalbanar, sum higartil hava gingið inn fyri friðarligum politiskum loysnum, kenna seg vónsviknar, tí tað kemur teimum fyri, at ongi framstig verða gjørd.
Í seinastuni eru hend fleiri álop á serbiskar løgreglumenn og hermenn í Kosova, og undan kavi er komin ein felagsskapur, ið kallar seg Frælsisher Kosova, og hesin hevur sagt seg hava framt álopini.
Hetta týðir so uppá, at fólk eru vorðin troytt av friðarligum politikki, og at áhugin fyri at gera nakað hernaðarliga veksur.
Hetta er so mikið meira vandamikið, tí at albanar í Makedonia, har teir eru triðingurin til helvtin av samlaða fólkatalinum (neyv tøl eru ómøgulig at fáa), hava eisini trupult við at fáa viðurkent síni tjóðskaparrættindi. Og vápn tróta ikki í økinum. Ein stórur partur av teimum vápnum, sum fólk tóku sær á herstøðunum, tá ið politiski ruðuleikin valdaði í Albania, eru ongantíð komin aftur í aftur.
Hvagar tey kunnu vera farin, skal ikki stórur fantasiur til at ímynda sær. So verður ikki skjótt okkurt gjørt frá altjóða myndugleikum, kunnu vit lættliga koma at uppliva eitt kríggj, sum ikki verður mætari enn tað í Bosnia-Hercegovina.