Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið seinasta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.
Dysturin verður á útivølli í Tirana móti Albania, ið longu hevur tryggjað sær sess í EM-endaspælinum í Týsklandi komandi summar.
KVF vísir dystin í sjónvarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust á Tórsvølli 20. juni vann Albania 3-1, og Albania er eisini stórur favorittur at vinna dystin.
16 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á albanskan heimasigur eru 1,25.
Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 12,58.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit hjá Føroyum eru 5,58.
HER eru oddsini:
##med2##