Albert og B68 verjan hildu aftur tætt

Sama gongdin, sum higartil hevur givið Skála so lítla úrtøku, gjørdi seg aftur galdandi á Svangaskarði

Tað hevur so ofta verið nevnt fyrr í summar, og tað kanska kennist eitt sindur troyttandi, men tað var aftur sunnudagin ein veruleiki. Serliga í 1. hálvleiki vóru tað skálamenn, sum vóru spælstýrandi, tá ið teir vitjaðu á Toftum. Á miðvøllinum høvdu teir nógv størri tyngd enn heimamenninir. Teir vunnu nærdystirnar, teir vóru betri við bóltinum, teir fluttu seg betur, og harvið høvdu teir lættari við at finna hvønn annan. Sveinur Justinssen og Alexander Jovevic dugdu væl at streiða sendingarnar í borðini og fram eftir miðásinum, og tað sá ikki so galið út.
Men sum so mangan ? ella rættari næstan hvørja ferð ? so spurdist eingin úrtøka burturúr. Albert Sævarson hevði góðar bjargingar eftir royndir frá Jónhardi Frederiksberg og Alexander Johansen, men fyri tað mesta var lítil og eingin tyngd í Skála spælinum, tá ið teir nærkaðust brotsteiginum hjá heimamonnunum, og talan var um ongan brodd, tá ið tað skuldi roynast ímóti málinum.
Tríggjar teir fyrstu minuttirnar vóru toftamenn omaná, men so tók Skála yvir, og tá ið teir ferð eftir ferð høvdu verið kring og í brotsteiginum, uttan at teir høvdu megnað at fingið mál ? eisini tá ið teir fleiri ferðir høvdu verið tríggir ímóti tveimum ? so líka sum fánaði møguleikin fyri, at tað skuldi lata seg gera.
B68 royndi at flyta verjuna langt fram á vøllin. Tað var rættuliga vandamikið hjá teimum, men linjuverjin var vakin, og hóast tað onkra ferðina var heilt tepurt, so duttu Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg og Alexander Johansen mest sum hvørja ferð í felluna.
Og so gekk tað, sum tað so ógvuliga ofta hevur gjørt í fótbólti. B68 hevði verið rárur gestur í brotsteiginum hjá Eugen Voda, men tað vóru kortini teir, sum fingu fyrsta málið. John Heri Dam fekk eftir Skála horna og skjótt útspæl fyrsta møguleikan, tá ið hann varð spældur leysur mitt fyri, men meðan hann ivaðist í, um hann skuldi lyfta upp um málverjan, ella um hann skuldi sneiða framvið honum, varð hann taklaður.
So legði Dánial Hansen í yvirtíðini í fyrra umfarinum høgt fríspark úr høgru og til handara stólpan, har Hans Fróði Hansen var rættuliga vandamikil í luftkrígnum við Eugen Voda. Bólturin fór úr aftur brotsteiginum og eitt sindur í vinstru til Jóhan Petur Poulsen, sum lyfti innfyri aftur. Sendingin tóktist liggja eitt vet aftanfyri púra leysa John Hera Dam, sum framúr hegnisliga í besta Zuma stíli við hælinum lyfti bóltin upp um seg sjálvan og harvið gjørdist púra leysur og var nóg kaldur at seta framvið málverjanum. Eitt flott mál sum saman við tí, sum Jóhan Petur Poulsen skoraði ímóti HB, man vera besti kandidatur higartil til ársins mál á Svangaskarði.

Noyddust at umskipa
Fróði Benjaminsen hevur ikki átt sama leiklut higartil í ár, sum hann hevur havt seinastu árini. Eitt nú hevur hann ikki verið so málsøkin, sum hann ofta hevur verið. Ímóti Skála var hann leikbannaður, og tá sást sera væl, at hann ikki var við. Tað var ov lítil tyngd í sentrala miðvallar spælinum hjá heimaliðnum, og tað var sjáldan, at tað eydnaðist at fáa skipað álopsspæl í lag.
B68 var í 3?5?2 útgangsstøðu, men teir umskipaðu skjótt, soleiðis at Dánial Hansen fór aftur á vongverjan í høgru, Arnbjørn Danielsen í vinstru og John Heri Dam í álopið í 4?4?2 skipan. Miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist Arnbjørn Danielsen at taka seg buturúr, og tá var aftur neyðugt at umskipa.
Eftir eitt lítið korter av seinna umfarinum sá Alexander Jovevic gula kortið fyri aðru ferð, og tað átti at havt við sær, at tað loysnaði hjá B68. Men soleiðis tók tað seg ikki upp. Skipaðum spæli var í seinna umfarinum lítið av. Sum tíðin leið, royndi Skála at flyta meiri fólk fram, men Hans Fróði, Jákup Eli, Dánial og ikki minst Albert Sævarsson í málinum, sum aftur hesa ferð vísti, hvussu sera væl hann dugur at lesa spælið, vóru rættuliga drúgvir.
At skálamenn sleptu alt meiri í verjupartinum hevði við sær, at B68 hevði møguleikar, men tað kom ikki meiri burturúr.
Skálamenn løgdu rygg til enn eitt tap, og toftamenn vunnu 1?0 fyri triðju ferð í ár. Eftir ellivu umfør hava teir 20 stig við málmuninum 13?7. Tað man vera fram ímóti onkrum slagi av meti.

Dysturin í tølum
B68?Skála 1?0
1?0: John Heri Dam 45.

B68: Albert Sævarsson ? Arnbjørn Danielsen (Øssur Jacobsen, 23.), Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen ? Jóhan Petur Poulsen (Jóhan Dávur Højgaard, 82.), Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 73.), Øssur Hansen, John Heri Dam ? Dánial Hansen, Súni Fríði Johannesen
Gult kort: Øssur Jacobsen, Jann Ingi Petersen, John Heri Dam, Jóhan Petur Poulsen, Súni Fríði Johannesen
Skála: Eugen Voda ? Marius Joensen, Ronnie Hansen, Jaic Dusan, Hanus Thorleifsson ? Alexander Jovevic, Pauli G. Hansen, Sveinur Justinussen, Alexander Johansen (Jógvan Martin Hansen, 74.) ? Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg (Bárður Danielsen, 74.)
Gult kort: Pauli G. Hansen, Alexander Jovevic, Bogi Gregersen
Reytt kort: Alexander Jovevic 59. (tvey gul)
Dómari: Birgir Sondum