Tað endaði tvær ferðir við javnleiki 2-2 í Hólmanum á Eiði, og við javnleiki 1-1, tá TB og EB/Streymur hittust við Stórá í Trongisvági. Hvørgin vildi geva seg í teimum trimum innanhýsis dystunum í Betrideildini hjá monnum í 2025.
TB var á odda í øllum trimum dystunum, men tað eydnaðist EB/Streymi at koma afturíaftur í øllum trimum dystunum.
Samudeen Musah skoraði fyri TB í øllum trimum dystunum móti EB/Streymi hetta kappingarárið.
Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsin dystunum vóru trý stig í part, og samlaða málúrtøkan gjørdist 5-5.
EB/Streymur – TB 2-2 (1-2) - 16. mars
0-1 Samudeen Musah 12.
1-1 Meinhard Geyti 32.
1-2 Muhammed Samba 36.
2-2 Búi Egilsson 51.
TB-EB/Streymur 1-1 (0-0) - 21. juni
1-0 Samudeen Musah, br. 62.
1-1 Thomas Bjørn S. Miezan 85.
EB/Streymur – TB 2-2 (0-1) - 16. august
0-1: Samudeen Musah 2.
0-2: Mohamed Samba 52.
1-2: Meinhard Geyti 75.
2-2: Búi Egilsson 77.
Kelda: FaroeSoccer