Í Eclipse leygarkvøldið varð avdúkað, hvør er ársins sprund og vinnarin gjørdist Albjørg Gudmundsen úr Sandavági. Hon var sum vera man fegin um heiðurin og ikki minst vinningin, sum er ein ferð í summar til Sunny Beach.
Hon fær fylgiskap av einum øðrum hepnum vinnara av sms-kappingini. Hesin gjørdist Juul Margeir Jacobsen úr Nólsoy.
Annars kann sigast, at Doris í Garði úr Klaksvík gjørdist nummar tvey í kappingini um ársins sprund og Lív Næs úr Fuglafirði fekk eitt triðja pláss.