Um vikuskiftið hava níggju føroyingar verið í Keypmannahavn, har tey hava kappast á Østerbro Stadion, um DM fyri ung. Fimm úr Treysti, trý úr Hvirluni og ein úr Bragdinum vóru við. Alda S. Lamhauge úr Hvirluni kappaðist leygardagin á 100 m. Føroyska metið á hesum teininum er nógv tað elsta kvinnumetið, og er eisini tað einasta, sum er sett í farnu øld. Tað var frá 1994.
Tað hava tó verið ábendingar um, at metið kundi falla í ár. Tí bæði Alda S. Lamhauge og Margit W. Fríðmundsdóttir hava verið naskar og ligið og amast niður móti teimum 13,3 sekundunum. Hetta er hondstøðgað tíð, sum samsvarar við 13,54 tá el-tíð verður brúkt. Margit W. Fríðmundsdóttir hevur runnið 13.54 í ár og sostatt javnað metið, meðan Alda S. Lamhauge fekk 13.55 til VU Spelen. Hon var eisini niðri á 13.23 til Jatnatøk í juli, men tá var vindurin ov nógvur (+2,7). Ta ferðina rann Elisabet Holm Simonsen 13.30 sek. So tað lá líkasum í luftini.
Og so hendi tað í innleiðandi riðlinum, at Alda S. Lamhauge langt um leingi tók kvørkratak á metinum frá 1994. 13.42 segði el-tíðartólið og vindmátarin segði +0,8 m/s. Nýtt føroyskt met!
Hetta føroyska metið var nóg mikið til at koma sær víðari í finaluna í bólkinum gentur 18-19 ár. Og her rann hon uppaftur skjótari, men av tí at undanvindurin var ov nógvur (+2,5) kundi enn eitt met, 13,25 sekund, ikki góðkennast.
Elsta føroyska metið hjá kvinnum er nú kúluvarpsmetið, sum Ingibjørg Poulsen setti í 2002 (10,92 m) – men eisini har eru ábendingar um at okkurt spennandi er ávegis.
Kelda: fif.fo