Aldrin áður eru so nógvar góðar hendur komnar aftrat til umsorgan

Tá vit gera upp, hvussu nógv fólk eru komin aftrat til at røkja tær nógvu ymisku umsorganaruppgávurnar innan alt tað stóra almanna- og heilsuøkið, so hevur aldrin áður verið so stóru vøkstur í einum valskeiði, sum hesum

Hetta vil eisini siga, at aldrin áður er almanna- og heilsuøkið raðfest hægri enn í hesum valskeiðið.

 

Fleiri hendur til umsorgan: starvsfólkavøkstur á almanna- & heilsuøkinum

Almanna- og heilsuøkið

Árið 2003

Árið 2007

Ætlan 2008

Øking

í tali

2003-08

Øking

í %

2003-08

 

 

Eldrarøktin

533

720

755

222

42

Trivnaðartænasta/serforsorg

209

233

233

24

11

Børn & ung stovnar

86

111

111

26

30

Stuðlar fyri vaksin

40

48

60

20

49

Barnatænastan

22

25

25

3

14

Sjúkrahúsini

877

924

924

47

5

Deildin fyri sinnisveik

20

45

45

25

123

Apoteksverkið

70

80

86

16

23

Fyrisitingarligir stovnar*

134

131

131

-3

-2

Tilsamans

1990

2315

2368

378

19

*Fyrisitingarligar stovnar: Almanna- og heilsumálaráðið, Almannastovan og Nærverksskrivstovan

Ætlan 2008 er sum 2007, við bundnum framskrivingum (at t.d. nýggj røktarheim telja fyri fult ár)

Viðv. Apoteksverkinum er nýtt apotek komið aftrat í Eysturoynni.

 

Allir tríggir samgonguflokkarnir eiga æruna av hesum. Men Javnaðarflokkurin hevur havt ovastu politisku ábyrgdina av almanna- og heilsuøkinum, og eg haldi ikki at tað er at siga ov nógv, at tað er eydnast væl, og at tað kann man fegnast um. Tí tað sæst skilliga aftur í politisku raðfestingini av hesum ovurstóru týdningarmiklu málunum fyri livikor og vælferð í Føroyum.

 

Hetta er fram um alt annað ein raðfesting av teim mest bleytu virðunum, sum tað annars er tógvið stríð at fáa neyðugar játtanir til. Men í hesum valskeiðið er tað eydnast samgonguflokkunum væl at samstarva og røkka góðum úrslitum á hesum øki.