Alec Baldwin verður ákærdur fyri óviljað manndráp

Eftir at hava kannað málið í meira enn eitt ár fer ákæri í New Mexico at ákæra sjónleikara. Justitsmorð, sigur advokatur.

 

Sjónleikarin Alec Baldwin verður ákærdur fyri óviljað manndráp fyri hendingina, tá ein filmsfotografur doyði av skotum úr skambyrsju, sum Alec Baldwin hevði í hondini, í 2021. (Arkivfoto) - Foto: Seth Wenig/Ritzau Scanpix

Sjónleikarin Alec Baldwin verður ákærdur fyri óviljað manndráp í sambandi við at ein filmsmyndakvinna doyði.

Tað upplýsir ákærumyndugleikin í amerikanska statinum New Mexico í dag.

Tann dripna, Halyna Hutchins, doyði undir upptøkum av filminum »Rust« í oktober í 2021.

Tað hendi, tá eitt skot gekk av í eini skambyrsu, sum Alec Baldwin hevði í hondini, og rati Hutchins.

– Eftir eina gjølla gjøgnumgongd av prógvunum og lógunum í statinum New Mexico eri eg komin ti, at tað er nóg mikið av prógvum fyri at reisa ákæru ímóti Alec Baldwin og øðrum persónur frá »Rust«-liðnum, sigur ákærin, Mary Carmack-Altwies.

 

##med2##

##med5##

 

– Á míni vakt er eingin hevjaður yvir lógina, og øll hava rætt til rættvísi, leggur hon afturat.

Advokaturin hjá Alec Baldwin lýsir ákæruna ímóti kenda sjónleikaranum sum eitt »ræðuligt justitsmorð«.

– Hendan avgerðin reingir syndarliga deyðan hjá Halynu Hut hins og ger eitt ræðuligt justitsmorð, sigur Luke Nikas, advokatur, sambært tíðindastovuni AFP.

– Harra Baldwin hevði onga orsøk at halda, at skammbyrsan var lødd ella nakrar annað á filmsliðnum, sigur advokaturin.

Baldwin hevur greitt frá, at hann hevði fingið at vitað, at tað bara vóru leys skot í skambyrsjuni.

Hann hevur áður víst ábyrgdina fyri deyða hennara frá sær.

Eisini tað starvsfólkið, sum hevði ábyrgdina fyri revkvisittunum í filminum, verður ákært, sigur ákærin í New Mexico.

Um Baldwin og rekvisørurin verða funnin sek, kunnu tey rokna við at fáa upp fongsul í upp til hálvtannað ár og eina bót upp á 5000 dollarar.

Ein triði persónur, hjálpari hjá leikstjóranum, David Halls, hevur gjørt semju við ákæran. TAð snýr seg um gáloysni í sambandi við vandamikil vápn.

##med4##

 

##med3##

 

Kanningararbeiðið hjá løgregluni hevur serliga havt sum endamál at finna út av, hvussu skapt lóður endaði í skammbyrsjuni hjá Baldwin.

Í eini sjónvarpssamrøðu við ABC News í 2021 hevur sjónleikarin greitt frá, at hann í veruleikanum ikki trýst á avtrekkjaran. Hon gekk av, tá hann avtryggjaði hana, segði hann.

Umframt at spæla høvuðsleikutin í »Rust« var Baldwin eisini framleiðari í westernfilminum.

Upptøkurnar fóru fram uttan fyri býin Santa Fe í New Mexico.

/ritzau/Reuters

##med6## 

 

Sjónleikarin Alec Baldwin verður ákærdur fyri óviljað manndráp fyri hendingina, tá ein filmsfotografur doyði av skotum úr skambyrsju, sum Alec Baldwin hevði í hondini, í 2021. (Arkivfoto) - Foto: Seth Wenig/Ritzau Scanpix