? Tað er tropiska ódnin Alex, sum seinastu dagarnar hevur ført við sær gott veður um okkara leiðir, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður á Sosialinum.
Hann sigur, at lágtrýstið, sum er ein leivd av ódnini, grynnist so líðandi.
Ódnin hevur stongt av fyri lágtrýstinum, sum ikki sleppur hendanvegin. Lágtrýstið fer í ein landsynning og grynnist.
? Hátrýstið yvir norska havinum ger, at vit fáa sama veðrið restina av vikuni, sigur hann, og hetta førir við sær, at vit fáa sól restina av vikuni.
Hitin fer at liggja millum 16 og 20 stig.