23. apríl í ár verður skaldið Alexandur Kristiansen seksti – skaldið undir Gjógvaráhamri. Har býr maðurin – undir hesum steinsetta, dimma, svartrandaða hamarsgróti. Hamarin hongur út yvir Rossagerðið, illbrýntur og talar stumm orð til skaldið á alljósum degi og ”flirrandi” orð á myrkari nátt: “ Ná, Alexandur,skriva tað, sum eg veit. Vit kunna lyfta í felag!” Hamarin talar, og Alexandur skrivar og illa gongst, tá ið Alexandur biður hamaran festa okkurt á blað, nei, hann ber seg undan, so orðini øll eru Alexandurs.
Eg veit ikki, hvussu samdir ella ósamdir teir eru, men væl er komið burturúr. Millum greinarnar gongur maðurin í sínum urtagarði og droymir sælar dreymar um barnalyndið og týðingar av heimskendum skaldum . Hesar týðingar hansara hava fest seg í Gjógvaráhamar, sum tú kanst lesa um bert við at gloppa vindeygað. Hugsa tær til, her býr eitt skald – í Rossagerði undir Gjógvaráhamri. Fert tú longri upp, kemur tú upp á Nón, og tekur tú teg eitt sindur longri niðanfrá, kemur tú upp á Húsar, har ein húsatoft er frá teimum døgum, tá ið sjórænararnir reikaðu um landið og rændu. Her var eitt vaktarhús, og eru toftirnar til skjals enn tann dag í dag. Steinarnir eru orð um farnar dagar, eins og Gjógvaráhamar goymir at skaldaorðum Alexandurs, og teska tey til okkara við sínum grýtutum varrarondum dag og nátt.
Um Nón dansar ljósið og letur av sær til toftina uppi á Húsum og aldargamla hamaran, sum sýgur alt ljósið til sín. Ljóslistamaðurin Heðin Kambsdal hevur tikið hendur um hetta ljós við sínum penslabørnum og latið hendan bulmikla kropp, Gjógvarafjall, í alskins dryppandi fjarðarljós, sum dettur úr skýgloprum niður á toftina uppi á Húsum, Nón, Gjógvarahamar, á ennið á Alexanduri og bústað hansara. Í hesum aldargamla fjarðaljósi livir skaldið við sínum penni og ristir rúnir í barnahugan, vaksnamannahugan og Gjógvaráhamar. Alt er eitt samfingið ljóð av skaldakynstri, sum er ogn alra føroyinga. Her er ríkiligt av ljósi og ljóði. Gjógvará er skamt ífrá og kemur í áarføri stunandi oman av Jøklaskarði. Tá rúka smáir løkir um Gjógvarahamar, meðan áin kemur sum eitt óløgi oman úr hæddunum. Ljósið vevur seg inn í hjómhvíta skúmið í Bládýpinum ein slíkan skaldakendan dag, har skaldið tekur pennin í hond og yrkir um storm og havódn...
....ótolið ljósið og í villandi røð
spjaðist um hellu og støð.
Eg beri í mær hetta máttmikla lag,
sum halgar meg við sær inn í ein dag.
Tá ið áin rennur møk, og ljósið darrar við grønan svørð, nemur summarond skaldskap Alexandurs. Pennurin er hansara fylgissveinur. Alexandur er tolin, og pennurin er lýðin harra sínum. Alexandur gongur í aldingarði sínum við aðrari hondini í lummanum, hyggur út ímillum flirrandi greinar og bløð , sær og hoyrir. Fettir sær á og lítur upp ímóti tí dimmgráa hamrinum, og sólin stavar á Blábjørg........
...ei livist stund meira rík og føgur,
nú sólin gyllir á fjørð og sund,
og gleði fyllir mær lív og lund.
Hann er heppin at liva við slíkan fjørð sum Fuglafjørð. Fjørðurin er ein skaldakulla, eitt helli, sum í milliónir av árum hevur goymt at skaldahugtøkum, sum Alexandur hevur lagt fyri dagin, fest tey í Gjógvaráhamar og givið okkum øðrum kjøtligu, forgongiligu elligomul hugtøk, sum hava livað í toftini uppi á Húsum, smoykin og smæðin, men skaldaorð eru tað, og er hetta ein tign at eiga ein slíkan penn og mann ímillum sín.
Tá ið náttin stundar til, hyggur tú útum og sær ljós í teimum ymsu lonunum í bygdini. Steðgað verður á úti undir Gjógvaráhamri og sæst fáligt inniljós liva í glugganum hjá Alexanduri. So við og við sløkna kerturnar í bygdini, bert ein er eftir, og tað er skaldakertan hjá Alexanduri. Nú er tað inniljósið, sum gevur megina....... uttanfyri sirmar og er myrkt í veðrinum.....
Nátt og tað sirmar úr ský,
fjøllini gráblá og líðin grøn,
vaggandi strá, sum í kvirruni bøn,
geva eygunum lit og tíð.
Tey bulmiklu fjøllini gera teg lítlan. Tú sært Dávid kong sita spyrjandi undir Borgini og siga: “ Hvaðani kemur hjálp mín frá?” Ella tú sært Móses fara klórandi upp eftir Blábjørgum eftir steintalvunum, og ísraelsfólk koma vassandi inn eftir Pollinum - undan Lorvíksfjalli - og seta seg niður á Oyrini, har víkingarnir settu búgv av fyrstan tíð. Fjørðurin rúmar øllum. Ja, tú kanst fáa Manhattan í Mansgjógv, og tá er gott pláss eftir til allar heimsins íbúgvar. Landið er ríkt, og bygdin er rík .....
O, fagra land við høgum, reystum tindum,
við grønum líðum og við royðulindum,
við skorð og djúpum gjáum
har vindar leika kátt,
við vøtnum og við áum
og norðlýsi á nátt.
Fagra land! Undir heiðum himi,
barst av ódn, kínt av mjúkum brimi.
Fagra land!
Hóast landið er pinkulítið, so er tað stórt. Landið tekur okkum til sín í skaldakendum vendingum. Kanska kundi alt fólkið rúmast í einum av grundarsteinunum uppi á Húsum, sum ljósið hjúklar um dag og nátt. Fjarðarlýsið fløðir inn eftir vágni, leggur seg til hvíldar við fjørulut, minstu steintinnu ovast uppi, í Gjógvarahamar, vakhús= toftina og Nón. Her livir urljósið, fjalið og smæðið, sum Alexandur hevur tikið til sín og latið hesi hugtøk í orð og givið tey víðari til onnur.
Fjøllini fagurblá
fylkjast í lið;
floygdur skal hugur mín
kenna tað við:
Lívið er lívið næst
í Guðs natúr –
og spenna út sítt flog
úr sínum búri.
Hansara leið ímóti tí skaldakenda hevur óivað verið eitt tógvið stríð. Ofta kennist tað so, tá ið tú ert í tí tóma rúminum, men keðiligt er tað ongantíð. Onkur dittimaja hyggur við skeivum eygum eftir tær, men tað ger teg bara treiskan - farin víðari fram á vegnum og ríka skaldaverðina, so tað stendur eftir. Alexandur dugir eisini at tekna og gera løg( 3 fløgur við tónleiki eru komnar út við yrkingum av Alexanduri og 1 fløga av hesum er við hansara egnu løgum - vælaverk) – eitt ríkt skald. Dugdi hann ikki hetta, so var einki “forlovilsi” millum hann og Gjógvarahamar. Hann andar í grýtutum lendi, og alt tað grót, sum er rutt oman her, liggur ljóst livandi undir tí brúnasíða hamara eins og yrkingar, ið eru komnar undan penni Alexandurs. Tindarnir hevja seg upp yvir fjørð, grýtuta lendið og hoygarðsstrá og mana fram ævigar løtur, sum Alexandur festir á blað...
Nú krýnir tindar hitt tætta támið
og sólin flirrar á hoygarðs strá.
í nasar berst mær ein saltur rámi,
og kvirran sígur so nær inn á meg,
at eg má steðga og lýða á.
So brøtt er hellan og fjøran grá.
Hin ferðasmøddi á hesumn vegi,
sum aldri kvirrleikans yndi sá,
og aldrin unti sær hvíld á degi,
fær ríkan gróður og sterka megi
fær grót og vaggandi hoygarðsstrá
sum førning sín yvir fjørðin.
Hetta er ímyndin av tí skiftandi ringrás av aldargomlum natúrmyndum, sum hevur fest seg í hesi fjøll og urgrót. Vátir steinar við regndropum í kríllinum, skyggísur um steinamosa í bítandi frosti, trølsligir steinar í slavtoku og skaldakendir klettar í mánalýsi og fyllandi sól. Ikki at tala um, tá ið stormurin kvøður sítt náttarkvæði í inn – og útsúði ímillum grábeintar steinar. Tá er eitt ørgrynni av dansandi huldufólki uppi alla náttina og trína aldargamla dansin. Hiðani eru orðini komin bóltandi undan skriftorðum skaldsins.
Stormur og havódn
og gnellandi gler
seta síni merkir á oyggjarnar her.
Buldur og brak
tíðliga og seint inn í huga mín rak,
skapaði í loyndum langtan míni tak
á døgum, ið fóru um bak.
Eg beri í brósti tað máttmikla lag,
sum stormurin tornandi fyri mær kvað.
Hjartaliga til lukku við teimum seksti, skaldavinur og lagasmiður.
Frits