Hóast vit ikki síggja nógv til italsku Alfa Romeo her hjá okkum, er talan um eitt fínt bilmerki, ið er kent fyri sínar dygdir sum t.d. design, motorkraft og góðar sportsligar koyrieginleikar, og hesin nýggi Alfa Romeo 159 er einki undantak. Bilurin hevur flott design bæði innan og uttan og koyrieginleikar í toppklassa.
Bilurin er designaður í Italia í samstarvi millum Alfa Romeo Styling Centre og designaran Giorgetto Giugiaro. Alfa Romeo 159 skal kappast við bilar sum t.d. 3-seriuna hjá BMW og Audi A4.
Alfa Romeo 159 avloysir 156, men hesin nýggi er ein munandi størri og rúmilgari bilur.
Fimm ymiskir motorar verða at velja í millum, tríggir bensin og tveir diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,9 litur 4 syl. við 160 hk, 2,2 litur 4 syl. við 185 hk og ein 3,2 litur V6 við 260 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur 4 syl. við 150 og 2,4 litur 5 syl. við 200 hk. Sum tað sæst á motorskránni, er talan um stórar motorar við góðari kraft.
Í mars 2006 kemur Alfa Romeo 159 sum stationvognur undir navninum Sportswagon.
Umframt hendan 159 hava Alfa Romeo fleiri onnur modell í síni skrá sum t.d.: Alfa Romeo 147, GT, GTV, Spider og 166.
Alfa Romeo 159 1,9 JTS
Motorurin1,9 litur 4 syl. bensin 160 hk
0-100 km/t9,7 sek
Bensinnýtsla11,5 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd446,0 cm
Breidd183,0 cm
Hædd142,0 cm
Eginvekt1.425 kg
Viðførisrúm405 litrar
Prísurkr. (uml. 400.000,- í Danmark)