POLITIKKUR
Eftir at ein meiriluti í Løgtinginum atkvøddi fyri at broyta §266b í revsilógini, so at hon eisini kom at umfata kynsliga sannføring, skapti hetta ikki so lítið av rumbli í føroyskum politikki. Karsten Hansen tók seg úr Tjóðveldisflokkinum og Alfred Olsen í Sambandsflokkinum meldaði út, at hann ikki longur var partur av samgonguni.
Kortini frættist nú, at hann stuðlar somu samgongu.
Eins og Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins segði millum jólanna, so tykist ikki, sum Alfred Olsen hevur meldað seg upp í andstøðuna, hóast hann hevur tikið seg úr samgonguni.
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við Sosialin, at hann hevur tosað við Alfred Olsen, og at hann hevur lovað at atkvøða við flokkinum og samgonguni.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men er hann so farin úr samgonguni?
- Ja, tað er ein góður spurningur Theodor, men tá hann sigur, hann vil stemma fyri, so taki eg tað fyri góðar vørur, sigur Kaj Leo Johannesen, ið viðgongur, at hetta kann kallast ein “undarlig støða”, sum hann tekur til.
- Men eg havi fingið trygd fyri hesum, og tað eri eg nøgdur við.
- Hetta hevur ongan praktiskan týdning, sigur formaður Sambandsfloksins, ið heldur, at samgongan er intakt.
Rótut samgongusamskifti
Kaj Leo Johannesen heldur, at tað sum serliga er týdningarmikið við at hava eina breiða samgongu, er at fólk kunnu atkvøða ímóti, og ger vart við, at Alfred Olsen atkvøddi fyri fíggjarlógini í mun til aðrar samgongulimir, sum atkvøddu fyri pørtum av fíggjarlógini.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men er Alfred Olsen so formelt í samgonguni, men ikki reelt?
- Eg havi tryggjað mær, at hann stemmar við flokkinum og samgonguni. Tað er altíð gott at hava ein mann sum Alfred við. Hann er eitt arbeiðsgrev, sigur Kaj Leo Johannesen.
Jóannes Eidesgaard segði herfyri við Sosialin, at hann ynskti ein fund í lítlu samgongu um málið. Men um so verður, so fer Kaj Leo Johannesen eisini at krevja, at aðrir samgongulimir verða viðgjørdir.
- Samgongusamskiftið hevur ikki verið nøktandi, tað hevur verið rótut seinastu tríggjar mánaðirnar, har samgongulimir hava verið eftir hvørjum øðrum, sigur Kaj Leo Johannesen, ið heldur, at løgmaður hevur høvuðsábyrgdina av hesum. Men hann avvísir ikki, at slíkt er vanligt hjá politikarum, tá val nærkast.
Í vikuni stóð eitt eitt lesarabræv hjá Stefan í Skorini í bløðunum, har hann kallar støðuna hjá Alfred Olsen “ta ultimativu andsøgnina”. Spurdur, um Kaj Leo Johannesen hevur nakra viðmerking til hesa útsøgn, sigur hann, at tað hevur hann ikki.
- Mín høvuðsábyrgd er at hava ein stóran og intaktan flokk, sigur floksformaðurin.
Moralsk ás ikki tabu
Í seinastuni hevur tosað um, ein ás løgd afturat føroyskum politikki, tvs. at umframt ásirnar ið snúgva seg um høgra-vinstra og loysing-samband, so skal ein sokallað moralsk-etisk ás verða komin afturat, har teir sonevndu etisku spurningarnir eru avgerandi.
Kaj Leo Johannesen sigur, at tey ikki hava viðgjørt hetta í flokkinum, men sigur at hetta kanska verður tikið upp á næsta landsfundi, tí einki skal vera tabu í flokkinum.
- Men nú skilji eg betur, hví ta ikkier tikið upp, tí tað skapar nógv djúp sár, sigur Kaj Leo Johannesen, tá hann verður spurdur, um flokkurin skal hava eina felags tøðu til hesi mál.
- Tað eru ov nógv mál, sum kloyva okkum, og tað er ikki orka til tað í longdini, um vit skulu menna okkum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Alfred Olsen, áðrenn blaðið varð prentað.