Á sumri 2013 fekk Mowi eitt nýtt akiøki út fyri Haldórsvík. Eftir at hava roynt økið eina tíð, metti Mowi, at økið var ov lítið.
Økið kundi ikki víðkast orsakað av siglingarleiðum, og tí søkti Mowi í summar um at sleppa at flyta og víðka aliøkið út fyri Haldórsvík. Umsóknin er gingin á møti, og hevur Mowi fingið loyvi til at flyta aliøkið A-87 longur norður í Sundalagið samstundis sum økið er víðkað nakað.
Við hesi broyting væntar Mowi at fáa betri rakstur í Sundalagnum.
Aliøkið A-87 hoyrir til alifjørðin C-12, Sundini norður, saman við aliøkinum A-32, sum liggur við Fossá.
Aliloyvið hjá Mowi á Sundalagnum norður varð útskrivað 28. februar 2017, og er galdandi til 31. desember 2027.
##med2##