Umhvørvisstovan sigur í dag, at alivirksemið hjá P/F Marine Harvest Faroes í Sundunum norður nú hevur fingið dagførda og endurnýggjaða umhvørvisgóðkenning. Talan er um aliloyvi C-12 Sundini norður, aliøki A-32 og A-87, sum tað kallast.
- Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at evni, sum brúkt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Eisini eru treytir eitt nú settar um, at alifelagið skal gera regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum frá botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan.
Lagt verður aftrat, at um dálkingin verður ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur í økið ella partar á økinum.
- Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar eitt nú frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp.
Lagt verður aftrat, at ein ávís dálking eisini kemur frá heilivági og frá evnum, sum verða brúkt til at verja aliútgerðina. Serliga er tað kopar, sum ofta verður brúkt at impregnera alinótir við.
- Tá nótirnar eru í sjónum, søkka flakar av impregnering sum frálíður á botn og kunnu har hópast upp, sigur Umhvørvisstovan, sum annars vísir til góðkenningina, almennu lýsingina og onnur viðurskifti í hesum sambandi á síni heimasíðu - www.us.fo