- Tað liggur ein aliringur uttalaga á Hvalbiarfirði. Hann er tómur og er lagdur út sum ein roynd fyri at vita, um tað yvirhøvur ber til at hava aling á staðnum.
Tað veit heimasíðan hjá Fiskaaling at siga.
Tað er Faroe Farming, ið hevur søkt um aliloyvi á Hvalbiarfirði, sum hevur lagt hendan royndarringin út.
Staðið, har ringurin liggur, er valt eftir drúgvar royndir, har eitt nú streymviðurskiftini á Hvalbiarfirði eru kannað.
In.fo, sum áður hevur gjørt burtur úr ætlaðu alingini á Hvalbiarfirði, kann leggja aftrat, at tað er Landsverk, sum hevur givið loyvi til at leggja henda ringin út á fjørðin.
Í Hvalbiar kommunu fegnast tey um, at komið er har til, at hesar royndir nú verða gjørdar á fjørðinum.