Marjun Weihe Thomassen gjørdist virkandi stjóri á Landsverki í februar, tá fyrrverandi stjórin, Sigurd L. Lamhauge, segði seg úr starvi. Samstundis hevði leiðsluskrivarin sagt seg úr starvið, og tí var fyrsta tíðin heldur buldraslig.
- Eg droymdi ongantíð um hetta starvið, men onkur skuldi røkja tað til nýggjur stjóri bleiv settur, eg játtaði tí eg væntaði, at tað fór at ganga skjótt at seta nýggjan stjóra, sigur Marjun Weihe Thomassen.
Tá stjórastarvið bleiv lýst leyst, var hon í iva um tað var rætt at søkja.
- Eg fekk nógvar áheitanir um at søkja stjórastarvið, men tað var ikki fyrr enn síðsta dag at eg gjørdi av at søkja.
Nýggi stjórin vil virka fyri, at álitið á Landsverk gerst betri. Mannagongdir eru broyttar seinastu árini, og starvsfólkini hava fingið undirvísing í verkætlanarleiðslu, soleiðis at øll arbeiða eftir sama leisti. Marjun Weihe Thomassen fegnast um at síggja teir batar, sum eru gjørdir síðani hon byrjaði hjá Landsverki.
Hyggur tú eftir teimum verkætlanum sum eru gjørdar seinastu árini, so hava tær sum heild gingið væl.
Landsverk fær løgujáttanir, og tí er karmurin læstur, men um okkurt óvænta hendir, ið fer út um væntaða karmin, er skipanin sera stirvin
- Vit skulu í Løgtingið eftir eykajáttanum, hvørjaferð okkurt óvæntað kemur fyri, ið fer út um tað metta. Fólk seta Landsverk í samband við eykajáttanir, men soleiðis nýtist tað ikki at vera. Hvørjaferð ein eykajáttan kemur í Tingið, kann tað sýnast sum at verkætlanin ikki heldur, men soleiðis er ikki altíð, sigur Marjun Weihe Thomassen.
Les longri samrøðu við nýggja stjóran á Landsverki í nýggjasta Sosialinum, sum er komin út í sølubúðirnar kring landið