Alivinnan skal kannast

Føroya Havbúnaðarfelag hevur júst samtykt, at arbeiðsbólkur skal setast fyri at kanna støðuna í kreppuraktu alivinnuni. Hetta upplýsir Jan Mortensen, formaður í Vinnuhúsinum, vegna Føroya Havbúnaðarfelag í tíðindaskrivi til Sosialin.
Arbeiðsbólkurin skal koma við uppskoti til tiltøk, sum kunnu bøta um støðuna í alivinnuni. Eitt líknandi tiltak varð sett í verk fyrst í 90?unum, tá alivinnan eisini var í kreppu. Tá skrivaði ein skjóttarbeiðandi bólkur frágreiðingina "Alivinnan ? nútíð og framtíð," ið gav vinnuni ta leiðbeining, sum varð neyðug fyri at tryggja tann vøkstur, sum alivinnan hevur sæð meginpartin av 90?unum.
Men nú kreppan í alivinnuni av álvara er við at gera um seg aftur, hevur Havbúnaðarfelagið sett ein arbeiðsbólk, ið skal tilmæla um, hvat skal gerast fyri at menna alivinnuna nú og yvir eitt longri áramál.
Limirnir í bólkinum eru Torbjørn Andreasen úr Føroya Banka, Ejvind Mouritsen úr Føroya Sparikassa og Virgar Dahl úr Tryggingarfelagnum Føroyar. Fyri Havbúnaðarfelagið eru umboðini í bólkinum Odd Eliassen, Atli Gregersen, og Jan Mortensen.