Alivinna
Tað er ikki bara í Føroyum, at alivinnan ekur á knøunum í hesum døgum. Tað ger alivinnan eisini í skotlandi og í Hetlandi, har fleiri alibrúk eru farin av knóranum.
Men ímeðan almennu myndugleikarnir í Føroyum hava verið meiri enn trekir at veita alivinnuni almenna andahjálp, ætla politikarar í Hetlandi ikki at lata standa til.
Nú verður sostatt arbeitt við eini ætlan um at veita alivinnuni í Hetlandi almenna kreppuhjálp.
Ráðahrrin fyri alivinnu í Skotlandi, Allan Wilson, sigur fyri Shetland News í gjár, at arbeitt verður við eini ætlan um at veita alivinnuni almennan stuðul. Endamálið við hesum stuðuli er at geva bankunum størri trygd, tá ið teir skulu fíggja alivinnuna.
Sami Allan Wilson sigur eisini, at málið verður tikið í størsta álvara og at tað er bráðneyðugt, at bankarnir fáa álit á alivinnuna aftur.
Eftir, hvat skilst, er uppskot frammi um at umskipa ein trygdargrunn, sum veitir trygd fyri lánum til smáídnað, til eisini at umfata alivinnuna.
Hetta hevði gjørt, at tað hevði borið betri til hjá bankunum at fíggja alivinnuna, so at alivinnan kundi líta frameftir, sigur Shetland News