All That Rain fær tjaldið at kóka

Rockbólkurin All That Rain fer at spæla til dans í stóra tjaldinum á Summar Festivalinum. Bólkurin spælir bæði tónleik hjá sær sjálvum og tónleik hjá øðrum

Summar Festivalur

Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður dansur í stóra tjaldinum á Summar Festivalinum.
Fríggjakvøldið verður tað vælumtókti rockbólkurin All That Rain, ið fer at spæla.
All That Rain hevur seks ár á baki, og hesi árini hava teir spælt til eina ørgrynnu av tiltøkum, og bólkurin hevur eisini givið tónleik út á fløgu.
All That Rain hevði sín uppruna í bólkinum Kjølar, sum gavst at spæla í 1999. Manningin í bólkinum hevur skift nakað, men Henning Nicodemussen og Jens Tummas Næss hava øll árini syrgt fyri einum góðum og tryggum botni í bólkinum.
Nú er Rókur Jákupsson sangari í bólkinum, og hann hevur veruliga megnað at lagt nakað afturat tónleikinum hjá All That Rain. Afturat teimum er eisin gittarspælarin Johan Ziskason við til framførsluna á Summar Festivalinum.
All That Rain spældi til dans í tjaldinum á festivalinum í fjør, og hesa uppgávuna skulu teir loysa aftur í ár. Bólkurin kann spæla eina fjølbroytta skrá av sangum  bæði sangir hjá sær sjálvum og hjá øðrum  og tað fara fólk eisini at hoyra á Summar Festivalinum í ár. All That Rain spælir til dansin fríggjakvøldið.

Eyðun & Terji leygarkvøld
Leygarkvøldið verða tað Eyðun & Terji, sum fara at spæla til dansin í tjaldinum.
Tað vóru fleiri, ið hildu, at tann besta framførslan á Summar Festivalinum í fjør var tann, sum Eyðun & Terji høvdu í stóra festivaltjaldinum. Teir báðir popparnir vóru í stórformi og høvdu eina framúr góða framførslu.
Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen teljast millum teir bestu føroysku sangskrivararnar nakrantíð. Báðir hava tað til felags, at teir skriva frálíkan tónleik, og so duga teir eisini framúr væl at syngja og spæla live.
Teir hava skrivað sangir til sín sjálvs og bólkar sum Frændur, Føstufressar og Moirae, og eftir teir liggja perlur sum Mítt Land, Eros, Flýggi til tónleikin, 80'ini og nógvir aðrir framúr góðir sangir.
Seinnu árini hava Eyðun & Terji spælt nógv saman, og á Summar Festivalinum í ár ber aftur til at hoyra teir live, og teir lova eitt ordans brak.