U18 dreingjalandsliðið fór leygardagin úr Føroyum til Týsklands, har liðið skal verða við í EM-undankapping. Trý lið eru við í hesi kapping, og umframt Føroyar eru tað Týskland og Estland.
Fyrsti dysturin varð spældur í gjár, og hann varð millum Týskland og Estland; Týskland vann 4-1.
Allan Simonsen, A-landsliðsvenjari, fer í dag til Týsklands at fylgja U18 landsliðnum og annars hjálpa Jógvan Martin Olsen, sum er U18-venjari. Allan Simonsen skal verða til staðar undir báðum dystunum, sum liðið spælir.
Føroyska liðið spælir fyrra dystin í dag, hann er móti Estlandi, og hósdagin spæla teir móti Týsklandi.