Allan Norðberg: Vit steðga ikki her

Allan Norðberg fekk eina stóra uppliving tá Valur á heimavølli vann seg í hálvfinalurnar í European Cup

Allan Norðberg fekk saman við liðfeløgunum eina minniliga løtu í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík í kvøld.

 

Tað eydnaðist Allani og liðfeløgunum í Vali at vinna 36-30 á Steua Bukarest í tí seinnu fjórðingsfinaluni í European Cup.

 

Valur vann fyrru fjórðingsfinaluni í Bukarest 36-35, og vann sostatt ein samlaðan 72-65 sigur í fjórðingsfinalunum.

 

- Hetta var ótrúliga stuttligt at sleppa at spæla á heimavølli frammanfyri einari fullsettari høll, sigur Allan í stuttari viðmerking til in.fo.

 

- Tað er stórt at vera komin í hálvfinalurnar, men vit ætla okkum enn longur í kappingini, slær Allan fast.

 

Valur møtir eysturríkska liðnum, Bregenz í hálvfinalunum.